Fólkaflokkurin

Lat ikki vinnuna doyggja!

Útgivið 11.01.24
|
Skrivað av Rebekka

Hugskotini eru mangan nógv, tá annan mans peningur ella ogn skal nýtast til egnan fyrimun.

Í hesum føri snýr tað seg um virksemið, sum er staðsett á vinnuøki. Tað hevur óteljandi ferðir verið ført fram, at vinnan ynskir tryggar karmar. Øll vit, ið hava eitt sindur av innliti í, hvussu eitt vinnulív agerar vita, at hetta ikki neyðturviliga merkir, at vinnulívið ynskir frið og onga kapping, men tvørturímóti, at karmarnir eru toluligur og ikki broytast ov nógv, tí møguligur komandi býráðspolitikari fær eitt hugskot.

Nú valfepurin ornar, eru tað fleiri og fleiri, ið tykjast flokkast um hugskotið at blanda ítriv og vinnulív saman.

Hetta tí, at fyri áleið 15 árum síðani endaði virksemið hjá Faroe Seafood fyribils í Havn. Tórshavnar havn ognaði sær bygningin, har Bacalao húsaðist og stórt sæð líka síðan, hevur ymiskt virksemið verið í bygninginum.

Ikki minst húsast landingarmiðstøðin “Barðið” har, sum landar mong túsund tons av feskum fiski árliga, og sum nýliga hevur gjørt milliónaíløgu í leigumálið. Hetta skapar arbeiðspláss og útflutningsvirði fyri nógvar milliónir árliga.

Á sama øki í Vestaru bryggju húsast aðrar maritimar fyritøkur við sera nógvum arbeiðsplássum, so sum MEST, Vónin og MAGN. Ein felagsnevnari fyri hetta slag av vinnulívi er, at teirra vinnutól - skip, trailarar, trukkar og spøl - eru stór, tung og kostnaðarmikil. Tey kunnu ikki staðsetast hvar sum helst, ein skipasmiðja kann ikki liggja í haganum, eins og tað ikki er skilagott at leggja oljutangar langt vekk frá bunkringarstøðunum. Eisini er rætt at siga, at vinnulívið sjálvt hevur rindað fyri útbyggingarnar á Eystaru- og Vestaru bryggju umvegis havna-og bryggjugjøld og vørugjøld.

Tí er tað mær ein gáta, at so mong valevni ynskja at kommunan skal yvirtaka ein bygning, sum Tórshavnar havn eigur og nýtir til maritimt virksemi fyri at gera spælipláss til børn og ung. Altso eisini at blanda bleyta ferðslu uppí harða ferðslu.

Nei, einki skal Vestara bryggja gerast um til spæl!

Um tað veruliga skal vera ein kommunal kjarnuppgáva at gera innandura spæliland, kann hetta nógv heldur staðsetast, har onnur mentanar- og trivnaðartilboð finnast, so sum í Gundadali. Eisini er vert at hava í huga, at kommunan – saman við øðrum – longu er í holt við at byggja eina stórhøll í Hoyvíkshaganum. Neyvan verða landsdystir spældir har dagliga, men hóast tað er gleðiligt, at føroysk landslið fáa møguleika at spæla sínar landsdystir við Tjarnir, man tað bera til at lata aðrar innandura ítóttargreinar sleppa frammat, antin í Tjarnir, ella í nærumhvørvinum, so ein møguligur nýggjur ítróttar depil kann staðsetast har. Lat vinnulívið eiga Vestaru OG Eystaru bryggju – tey hava longu goldið tað!

Til hetta krevst ein sterkur Fólkaflokkur í býráðnum.

Vel Annfinn Hjelm, listi A

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag