Fólkaflokkurin

Eitt komandi Tjoðleikhús skal sjálvandi staðsetast í høvuðsstaðnum - MEN!

Útgivið 10.30.24
|
Skrivað av Rebekka

Tórshavnar kommuna skal sjálvandi skapa bestu karmar til mentan og list. Og nú ætlanin er at byggja nýtt Tjóðleikhús, er tað sjálvandi týdningarmikið,  at vit hava Tjóðleikhusið her i høvuðsstaðnum.

Tá tað so er sagt, vil eg undirstrika,  at Fólkaflokkurin undir ongum umstøðum tekur undir við, at Tjóðleikhúsið verður bygt á Eystaru bryggju .Og  hesum atkvøddi Fólkaflokkurin  eisini ímóti á býráðsfundi.

Hendan staðseting fer at elva til alt ov stóran ruðuleika á havnarøkinum. Vit skulu lurta eftir serfrøðini á havnaøkinum,  og tí skulu vit beinavegin fara at finna eina nýggja staðseting aðrastaðni í kommununi.

Fólkaflokkurin vil til eina og hvørja tíð vera við til at menna alla Havnina og tilhoyrandi bygdirnar. Men hetta má gerast við skilið.

Lat okkum standa saman um, at fáa Tjóðleikhúsið bygt í høvuðsstaðnum,  og lat okkum beinavegin finna eina nýggja staðseting.

 

Jan Vestergaard

Valevni fyri Fólkaflokkin

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag