Fólkaflokkurin

Heilsugóðan mat í skúlarnar

Útgivið 10.17.24
|
Skrivað av Rebekka

Mítt ynski er, at kommunan setur í gongd skipan, sum gevur børnum møguleika at fáa heilsugóðan mat til ein skilagóðan kostna í øllum skúlum í kommununi.

Slíkar skipanir hava verið í øðrum londum í mong ár. Gransking vísir, at heilsugóður matur gevur betri trivna, glaðari børn, sunnari børn og ikki minst betri innlæring. Tí skal hetta ikki síggjast sum ein kostnaður, men ein íløga í børnini, sum lønar seg aftur.

Karmarnir eru longu skaptir, tí ein av allar størstu og flottastu køkunum í kommununi hevur longu staðið klárur í Skúlanum á Fløtum í fleiri ár.

Eg hoyrdi kjakið um júst hetta evnið á seinasta býráðsfundi. Tað tyktist mær alt og hálvhjartað, og bleiv sparkað í nevnd. Nú er bølt nokk á hesum heilsufremjandi máli, og tíðin er komin at seta hasa skipan í gongd.

Eg ynski ikki, at kommunan hevur raskturin um hendi. Tað er góður borgarligur politikkur at lata vinnuna sleppa upp í part.  Kommunan skal seta út í kortið, tryggjar góðskuna, ein skilagóðan prís og skapa karmarnar.

Eg eri glaður um, at nakrir skúlar longu hava skipan, har børnini kunnu bíleggja mat. Tíðin er tó komin til, at vit taka næsta stig. Góðskan skal vera góð og føðsluvirðið skal vera høgt. Umráðandi er, at allir skúlar í kommununi fáa hendan møguleika.

Nøkur eru, sum siga, at foreldrini mugu klára at smyrja sínum børnum matpakka. Tey, sum ynskja at smyrja matpakka, skulu sjálvandi sleppa tað. Vit síggja tó hvønn dag mong skúlabørn, sum fara yvir í nærmastu handlar í fríkorterinum at keypa sær eitt nú focassia og nudlir. Hetta er ikki heilsugóður matur og vísir hetta, at tørvurin er har.

Hesum ynski eg at virka fyri.

 

Høgni Vilhelmsen

Valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag