Fólkaflokkurin

Skattaprosentið í kommununi skal lækka

Útgivið 10.11.24
|
Skrivað av Rebekka

Ein milliard og 100 milliónir krónir. Tað er upphæddin, sum Tórshavnar Kommuna ætlar at taka inn í persónskatti í næsta ár. Hetta halda vit í Fólkaflokkinum vera ov nógv. Tí vilja vit fegin, at skattaprosentið í næsta valskeiði lækkar við minst einum prosentstigi, soleiðis at borgarin fær meira av sínum pengum í egnan lumma. Tað sigur Annfinn Hjelm, valevni hjá Fólkaflokkinum til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu.

Í Tórshavnar kommunu er tað gott at búgva og tað skal tað sjálvandi framhaldandi eisini vera.

Vit hava havt sera høgan prísvøkstur seinastu tíðina. Tískil er tað hugstoytt at vera vitni til, at kommunan als ikki spælir við, tá talan er um at lætta um hjá hart sperda skattgjaldaranum.

Hetta tí, at kommunan í sær sjálvum ikki skapar inntøkur. Tvørturímóti. Kommunan tekur skattapening frá sínum borgarum og nýtir hetta til – í flestu førum – skilagóðar íløgur og rakstur til frama fyri sínar borgarar.

Fyri 2025 hevur Tórshavnar Kommuna ætlanir um at taka næstan eina milliard og 100 milliónir krónir í skatti. Tað vil siga inntøkur uttan brúkaragjøld.

Hetta verður tikið frá øllum borgarum við hægri A-inntøku enn 30.000 krónur um árið – óðansæð, um talan er um reingerðarfólk, lossingarfólk, námsfrøðingar ella stjórar. Hetta er eisini nakað meira enn í verandi árið, har kommunan hóast alt ætlar at taka eina milliard og 12 milliónir í skattapeningi frá tær og mær.

Hetta halda vit í Fólkaflokkium vera ov nógv. Tí vilja vit fegin, at skattaprosentið í næsta valskeiði lækkar við minst einum prosentstigi.

Tað kostar kommununi áleið 50 mió. kr. í minni inntøku at lækka skattaprosenti 1 prosentstig. Fram til 30. Septembur í ár hevur kommunan tó longu fingið áleið 60 mió. kr. í meirskatti - sostatt er lættin longu fíggjaður  

Tískil meta vit, at tað saktans er rímiligt og ráðiligt, at borgarin í kommununi fær meira pengar í sín lumma, heldur enn at meirinntøkurnar enda á Vaglinum.

Um hetta skal vera gjørligt, er neyðugt við einum sterkum Fólkaflokki í Tórshavnar kommunu.

Vel lista A

Vel Annfinn Hjelm

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag