Fólkaflokkurin

Besta loysnin er ein parkeringstunnil undir býnum

Útgivið 10.07.24
|
Skrivað av Rebekka

Parkingstrupulleikarnar í Tórshavn skulu hava eina langsiktaða loysn. Eg meti, at tann besta loysnin er ein parkeringstunnil undir býnum – og eg havi eisini boð uppá, hvussu hetta kann gerast. Tað sigur Andreas Thomsen, valevni fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

Í dag standast nógvir trupulleikar v.v. parkering í býnum. Harafturat er býurin eisini vorðin trongur. Tískil hevði tað bøtt rættiliga nógv um støðuna, um vit fingu ein parkeringstunnil undir býnum. Við hesum høvdu vit ikki “spilt” byggilendi til parkeringspláss, samstundis sum vit høvdu loyst parkeringstrupulleikan.

Ein parkeringstunnil skal leggjast væl til rættis. Soleiðis, at hann verður bygdur í fleiri byggistigum. Við hesum hevði parkeringstunnulin kunna víðkast, so hvørt tørvur er á fleiri parkeringsplássum.

Við ætlanini um at byggja parkeringstunnil undir býnum kemur eisini spurningurin: Hvar undir býnum skal hann byggjast? Og her eru fleiri møguleikar - og eg fari at nevna nakrar:

1. Álagerð

Í Álagerði er eitt gott stað at byrja. Har hevði parkeringstrupulleikarnir við Landssjúkrahúsið, sum er størata arbeiðspláss í landinum, verði loystir. Samstundis hevði tað økið, sum í dag verður nýtt til parkeringspláss, ístaðin brúkt til komandi útbygging av Landssjúkrahúsinum, um tørvur er á tí.

2. Skálatrøð

Um byggingin av parkeringstunnlinum byrjar á Skálatrøð, so vil tað viðføra at parkeringsøkið har kann nýtast til aðra bygging, t.d. mentanarbygningar.

3. Burstatangi

Á Bursatanga er eisini eitt gott boð at byggja parkeringstunnil. Seraliga nú, tá orðaskiftið um Tjóðleikahúsið er í hæddini. So kann ein parkeringstunnil loysa tørvin, ið kemur av virkseminum hjá ein Tjóðleikhúsi.

4. Yvir við Strond

Yviri við Strond er eisini ein góð staðseting at byrja byggingina av ein parkeringstunnil.

 

Hesa fýra staðsetingarnar er nøkur boð og har eru fleiri aðrar góðar stasetingar.

Tað er umráðandi, at parkeringstunnilin verður bygdur í fleiri byggistigum og verður er ein varðandi heildar loysn á parkeringstrupulleikum í Tórshavn. Tí skal verkætlanin hava ein innbygdan fleksibilitet, har tunnilin hevur fleiri innkoyringar, soleiðis tey ymisku parkeringsøkini verða bundin saman undir býnum og aðrar tillagingar eru møguligar.

Stutt sagt, so vil ein parkeringstunnil undir Tórshavn gagnnýta eitt potentiali, vit í dag ikki hava atgongd til.

Hetta vil eisini flyta Tórshavn inn í framtíðina við ein varðandi loysn á núverandi og framtíðar parkeringstrupuleikar.

Andreas Thomsen

Valevni fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Kommunu

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag