Fólkaflokkurin

Nýggj nevnd í Havnar Framburðsfelag.

Útgivið 03.15.24
|
Skrivað av Fólkaflokkurin

Væl varð møtt, tá Havnar Framburðsfelag skipaði fyri aðalfundi á Grækarismessu fyrr í vikuni. Í ár var tað serliga kommunuvalið, ið fylti nógv á fundinum. Harumframt varð nýggj nevnd vald og skipað.
Tey, sum blivu vald í nevndina, eru: Malan á Dul Nielsen, Mona Breckmann Wescott, Laila Rólantsson, Rói Vestergaard, Grímur Sundstein, Rói Johannesen og Jan Vestergaard, sum er formaður.
Nevndin fer spent til verka og er longu í holt við at fyrireika komandi kommunuval. Fyrsti uppstillingarfundur verður fyrst í mai.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag