Á vitjan í Kirvi í Lopra.
Kiriv hevur í 12 ár selt vatn heima í Føroyum og í øðrum londum. Vit gleðast um, at tað gongst Krivi væl. Tað er nú heldur ikki løgið, tí vatnið er heilt fantastiskt!
Í Suðuroy hendir nógv áhugavert og spennandi innan nógv ymisk øki. Eitt av fleiri góðu virkseminum her suðuri er fyritøkan Kirvi.
Kirvi hevur í 12 ár selt vatn her heima í Føroyum og í øðrum londum, s.s. Kekkia, Slovakia, Týsklandi og serliga í Danmark.
Hallur Augustinussen, ein av eigarunum, sigur, at ætlanin er at koma enn longur út í heim.
Vit gleðast um, at tað gongst Kirvi væl. Tað er nú heldur ikki løgið, tí vatnið er heilt fantastiskt.
Serliga dámar okkum í tingmanningini væl vatnið við ananas og sitrón smakki
Stóra takk fyri, at vit kundu koma á vitjan, og allarbestu eydnu, tit røsku og ágrýtnu fólk í Kirvi. Politikkur snýr seg eisini um at lurta og læra.