Búmerkið hjá felagnum
08. jul. 2024

Fyritøkurnar skulu tryggjast støðugar karmar.

Herfyri vitjaðu vit Elcon í Saltangará. Eitt el-virki við nógvum stórum verkætlanum um hendi.

Elcon, el-virki í Saltangará, hevur úr at gera. Tað er ikki løgið, tí tey hava útinnt fleiri stórar og krevjandi verkætlanir. Eitt nú hava tey staðið fyri at lagt el hjá ÍF-húsið í Fuglafirði, Koblingsstøðini í Sundi og á sambýlinum á Blikagøtu í Runavík, fyri at nevna nakrar av fleiri verkætlanum. Og enn fleiri eru ávegis… 

Stjórin og starvsfólkini í Elcon vísti okkum framkomnu útgerðina, tey nýta fyri at finna kaðalbrek í jørðini. Í staðin fyri at grava alt økið upp og leita eftir brekinum, kunnu tey sera neyvt finna, hvar brekið er við tólunum. Hetta sparir kundanum tíð og pening. Imponerandi.

Jacob Vestergaard og Beinir Johannesen hyggja at framkomnu útgerðini, tey nýta fyri at finna kaðalbrek í jørðini.

Harafturat greiddi Karstin Joensen, stjóri í Elcon, okkum frá, hvørjar batar kunnu gerast politiskt fyri at tryggja, at fyritøkurnar kunnu arbeiða undir støðugum karmum.

- Landið og kommunurnar eiga at verða betri til at stýra teirra verkætlanum, soleiðis at tað almenna tálmar íløgurnar í góðum tíðum og setir gongd í verkætlanir í verri tíð. Og hesum eru vit púra samd við.

Hetta og meira afturat, fingu vit innlit í, og tað eru vit takksom fyri. Tí, vit kunnu ikki føra skilagóðan politikk uttan at lurta og læra. Takk fyri Karstin Joensen og øll tit í Elcon.