Fólkaflokkurin

Lógin má vera meira greið.

Útgivið 05.21.24
|
Skrivað av Fólkaflokkurin

Uppskotið hjá landsstýrismanninum er alt ov ógreitt – serliga um hvørt ræðisrætturin er intaktur.

Okkara uppskot er greiðari. Eitt nú mæla vit til at orðing sum “í samráð við bóndan” verður broytt til “í semju við bóndan”.

Vit halda eisini, at føroyingar skulu ganga frítt. Tó skal tað vera við ábyrgd, sum skal vera púra greitt lýst í lógini, júst hvat tað inniber.

Vit halda, at tað er umráðandi, at føroyingar, sum ganga frítt, halda skilhaldsreglurnar - og at bóndin kann avmarka atgongd í mun til fjallgongu, haruskjóting, lembing o.a.

Tað halda vit er ábyrgd. Tó eru uttan iva nógvar ymsar fatanir av tí orðinum, og hvat tað merkir í praksis í hesum sambandi. So aftur: Lógin MÁ vera meira greið.

Les meira her: https://in.fo/.../folkaflokkurin-login-ma-vera-meira-greid 

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag