Búmerkið hjá felagnum
24. mai 2024

Tey, ið treingja, skulu ikki bíða.

Bíðilistin hjá Almannaverkinum er í summum førum alt ov langur. Fólkaflokkurin var í hesum sambandi og vitjaði Almannaverkið fyri at hoyra nærri um, hví so er, og hvat kann gerast.

Ein tann størsti parturin av fíggjarlógini, 31%, fer til Almannaverkið.

Ein stovnur, ið veitir nógv góð, týdningarmikil og neyðug tilboð.

Tó er bíðilistin alt ov langur. Og júst hetta hittust vit at tosa við Almannaverkið um. Vit ynsktu at fáa greiði á, hvat skal gerast við tað - og um nakað kundi verið skipað betri og øðrvísi.

Tíbetur arbeiðir Almannaverkið við skipa seg øðrvísi. Bæði við at bjóða fleiri fyribyrgjandi tilboð, og eisini við talgilding, sum skal gera tað einfaldari, effektivari og sum heild betri hjá brúkaranum.

Vit í Fólkaflokkinum fylgja hesum máli. At bíða ov leingi, ger støðuna alsamt verri fyri tey flestu. Tí eigur og skal bíðilistin ikki at vera ov langur.