Fólkaflokkurin

Sandoyggjafólk skulu ikki fáa øðrvísi og verri viðferð.

Útgivið 05.31.24
|
Skrivað av Jacob Vestergaard

Sjúkrahússtjórin hevur boðað frá, at sjúkraflutningstænastan í Sandoynni verður niðurløgd.

Hetta er sera løgið, og tykist eisini órættvíst. Serliga tá hugsað verður um, hvussu viðgerðin av øðrum staðsetingum í Føroyum hevur verið, tá talan er um sjúkraflutningstænastu.

Eitt nú var uppá tal at niðurleggja tænastuna í Vágum, tá Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, men tann ætlanin varð slept.

Tað er skjótt at koyra í Eysturoynna, bæði úr Tórshavn og Klaksvík, men tað hevur ongantíð verið uppá tal at niðurleggja tænastuna.

Tí kann tað undra, at sandoyggjafólk verða viðgjørd øðrvísi og harvið fáa eina verri tænastu.

Jacob Vestergaard hevur tí sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu, ein grein 52-spurning um hetta. Sí spurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10863 

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag