Fólkaflokkurin

Skilagóða fíggjarstýring og skattalætta

Útgivið 10.07.24
|
Skrivað av Rebekka

Við skilagóðari fíggjarstýring, har hugsað verður um hvørja krónu, so eigur at verða pláss fyri at lækka skattin.

Tað er dýrari at liva í dag, nú prísvøksturin ávirkar gerandisdagin hjá okkum øllum. Alt kostar meira, og tað eru fleiri sum stríðast við at fáa tað fíggjarliga at hanga saman. Tí eigur Tórshavnar kommuna at rætta eina hjálpandi hond út, og hjálpa til har, tað veruliga munar.

Við skilagóðari fíggjarstýring, har pengarnir verða brúktir skynsamt, so ber til at lækka skattin. Eg fari at arbeiða fyri, at vit fáa ein lættari gerandisdag.

Verði eg valdur, fari at arbeiða fyri at:

  • Vit fáa ein skattalætta
  • Vit hækka barnafrádráttin

Við góðari fíggjarstýring, ber hetta til. Hetta eigur Tórshavnar Kommuna at hava ráð til. Vit kunnu venda tí hinvegin: Vit hava ikki ráð at lata vera.

Tað skal verð gott og trygt at búgva her, og familjan skal trívast, so nú er tíð uppá at Tórshavnar kommuna rættir eina hjálpandi hond út.

 

Dánial Hansen

Valevni hjá Fólkaflokkinum til Tórshavnar býráð

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag