Búmerkið hjá felagnum
13. mar. 2024

Nýggj nevnd í Norðoya Fólkafloksfelag.

Eins og siðvenjan undanfarin ár, hevur Norðoya Fólkafloksfelag havt ársaðalfund á Grækarismessu.

Fitt av fólki høvdu leita sær til fundin og umrøddi fundurin landspolitiskar støður og mál, sum løgtingsmaðurin Árni Skaale greiddi nærri frá. Eisini var nevndarval á skránni.
Tey, sum blivu vald í nevndina, eru: Lena í Buð, Mona Maria úr Fugloy, Rannvá Isaksen, Kári Kallsberg, Finn Hansen, Heri Ellingsgaard og Símun Gullaksen, sum er formaður.