Í fýra ár hevur Birgir Nielsen sitið fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Kommunu. Hóast Fólkaflokkurin tíverri ikki hevur verið partur av sitandi meiriluta, so hevur ta verið eitt gott samstarv millum Fólkaflokkin og meirilutan í býráðnum í flest øllum málum.
- Sum borgari í Tórshavnar Kommunu eri eg ikki sørt errin av tí ovurhonds stóru menning, sum okkara kommuna hevur verið fyri síðstu mongu árini.
- Fólkaflokkurin ynskir altíð at stuðla góðum trivnaði í Tórshavnar Kommunu
Fremsta málið hjá Fólkaflokkinum og Birgir Nielsen er at betra um trivnaðin hjá okkara borgarum. Tískil hevur Birgir Nielsen altíð verið við at stuðla meirilutanum í býráðnum, tá talan hevur verið um mál, sum hava ta endamálið. Nevnast kunnu fylgjandi játtaðu mál, sum Birgir Nielsen og Fólkaflokkurin hevur tikið undir við:
- Vit mugu seta okkum enn hægri trivnaðarmál fyri framtíðina
Bara fýra seinnu árini er nettofólkatalið økt við 1.464 fólkum. Hetta svarar til at 366 fólk løgdust afturat í meðal um árið síðani 2020. Í juni 2024 er fólkatalið komið heilt uppá 23.300 borgarar.
Vøksturin í skatta- og avgjaldsinntøkum hjá Tórshavnar Kommunu hevur vegna vøksturin í fólkatalinum eisini verið stórur síðstu árini. Inntøkurnar fyri 2024 væntast at verða yvir 1,3 mia.kr.
Hóast vit síggja, at fólkatalið og inntøkurnar vaksa, og Tórshavnar Kommunu er ein kommuna, fólk ynskir at búgva í, mugu vit ikki halda uppat at seta okkum hægri trivnaðarmál. Framvegis er nógv, sum liggur eftir á láni til komandi býráð at avgreiða.
Tað sum Fólkaflokkurin og Birgir Nielsen høvdu ynskt, varð sett á skrá næstu árini, er m.a. fylgjandi:
Fólkaflokkurin ynskir at føra ein borgarligan politikk við frælsi til tann einstaka, eisini í Tórshavnar Býráði.
Vit ynskja at okkara borgarar og vinna skulu hava frælsi at velja at búgva og virka í Tórshavnar Kommunu, og at trivnaðurin hjá øllum borgarum, frá ungum til eldri, kann gerast enn betri framyvir.
Fari við hesum at ynskja Tórshavnar Býráð og øllum borgarum í Tórshavnar Kommunu og í Føroyum eina góða Ólavsøku og eitt framhaldandi gott summar.
Birgir Nielsen
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð