Búmerkið hjá felagnum
07. mar. 2024

Ræðisrætturin verður stolin.

Ræðisrætturin verður stolin frá eigarum. Landsstýrismaðurin kann býta loyvir út sum honum lystir. Í løtuni er Høgni Hoydal landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, kann sambært uppskotinum geva m.ø. Spf Bouttours v/Høgna Hoydal loyvi at sigla ferðafólk til hvønn blett í landinum.

Í grein 4 verður loyvt at sigla og leggja at allastaðni við báti.
Í grein 5 stendur í 1. stk at handilsslig ferðavinna kann bara útinnast í samráð við eigara. Men í 2. stk stendur, at eigari ikki kann nokta, men bara krevja ein sonevndan standard-sáttmála.

So kemur 3. stk. Og har stendur, at landsstýrimaðurin ger standard-avtaluna. Í serligu viðmerkingunum stendur, at standard-avtalu skal innhalda t.d. hvussu verður lagt til rættis á skynsamasta hátt, soleiðis ein órógvar annað virksemi sum minst. Ikki eitt orð um pengar.

So stendur, at eigarin kann bjóða seg fram sum ferðaleiðara og at gera matpakkar. Men tað er ikki neyðugt hjá nøkrum at taka av.

Eigarin skal hoyrast, men ongum nýtist at lurta eftir honum.

Ræðisrætturin verður stolin frá eigarum. Landsstýrismaðurin kann býta loyvir út sum honum lystir. Í løtuni er Høgni Hoydal landsstýrismaður.

 Er hetta í tráð við Grundlógina? Nei
 Er hetta í lagi? Nei
 Er gegnið í lagi? Nei