Fólkaflokkurin

Vit skulu ikki innflyta brotsmenn.

Útgivið 08.06.24
|
Skrivað av Beinir Johannsen

Í takt við, at økt virksemi hevur verið í landinum, er tørvurin á arbeiðsmegi voksið. Tí er eitt nú fast-track skipanina sett í verk. Ein skipan, sum í størstan mun hevur riggað væl, tí hon hevur hjálpt vinnulívinum at fáa arbeiðsmegi.

Tó hevur tað eisini verið ein baksíða. Sum miðlar hava víst á, eitt nú Frihedsbrevet.fo, so er arbeiðsmegi innflutt, ið hava eina kriminella fortíð í teirra heimlandi.

- Tað er gott, at møguleikin er har at skaffa skikkaða og góða arbeiðsmegi, men endamálið má aldrin vera, at tað skal innflytast dømdir brotsmenn til Føroya, sigur Beinir Johannesen.

Í dag er onki krav um, at ein revsiváttan skal útvegast. Við einum tílíkum kravi, so kann forðast fyri, at vit innflyta brotsmenn. Tískil hevur Beinir Johannesen sett Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í Lógarmálum, hesar spurningar:

·       Hvat skal gerast, so útlendingar, ið koma higar umvegis arbeiðsloyvi og Fast-Track, skulu útvega revsiváttan, tá tey søkja um loyvi?

·       Er landsstýrismaðurin sinnaður at broyta treytirnar soleiðis, at útvegast skal revsiváttan?

Beinir Johannesen vísir á, at vit eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, ið hevur nakað at verja. Tí mugu vit vera á varðhaldi.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag