Búmerkið hjá felagnum
29. feb. 2024

Tínir pengar skulu umsitast á bestan hátt.

Hóast Fólkaflokkurin situr í andstøðu, ber væl til at gera mun. Hetta varð víst í verki, Ruth Vang, landsstýriskvinna, nú fer at taka tað til eftirtektar, sum kom fram eftir at Beinir Johannesen, hevði sett henni ein grein 52-spurning.

Stovnar undir landinum fylgja ikki altíð reglunum um útboð. Hetta kann elva til hægri almennar útreiðslur enn neyðugt er.

Hetta vísti Beinir Johannesen fyri stuttum, og spurdi tí Ruth Vang, landsstýriskvinnu, um hon ætlar at tryggja, at reglurnar verða fylgdar.

Ruth Vang váttar tað, sum Beinir Johannesen vísti á. Reglurnar verða ikki altíð fylgdar, og hetta fer hon at hyggja nærri at og biðja landsstýrið um undirtøku til at dagføra rundskrivið.

Harafturat sigur hon, at um ein stovnur verður funnin at fara heldur lætt um ásetingarnar, eigur játtanin at vera skorin samsvarandi.

Hóast Fólkaflokkurin situr í andstøðu ber væl til at gera mun, og á ein konstruktivan hátt vísa á, tá skattgjaldarans pengar ikki verða umsitnir á nóg góðan hátt.

Les alt svarið frá landsstýriskvinnuni her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10741