Fólkaflokkurin

Ein fjølbroyttan bústaðarpolitikk í Tórshavnar Kommunu

Útgivið 09.09.24
|
Skrivað av Birgir Nielsen

Húsaprísirnir eru nógv dýrkaðir. So mikið nógv, at tað nærum er vorðið ógjørligt hjá ungum barnafamiljum í kommununi at fáa egnan bústað. Og tað er ikki nóg gott.

Eftir míni áskoðan hevur Tórshavnar Kommuna eina natúrliga skyldu at økja munandi meira um talið av grundøkjum í kommununi til frama fyri borgaran.

Fleiri útboð av grundstykkjum høvdu tikið nógv av trýstinum, og harvið eisini minkað um grundstykkjaprísin og ein part av samlaða byggiprísinum.

Hesum fara Fólkaflokkurin og undirritaði at arbeiða fyri, um veljarin gevur okkum álit.

 

Míni boð til bústaðarpolitikkin, eru:

  • Ein fjølbroyttan bústaðarpolitikk, sum ger tað møguligt hjá borgarum at ávikavist keypa ella byggja síni egnu hús. Ella fáa møguleikan at leiga íbúðir í kommununi.
  • Altíð nógv grundøki tøk til keyps, sum tryggjar at borgarar hava møguleika at keypa, umframt at byggifyritøkur hava møguleikan at byggja íbúðir til at selja ella leiga.
  • Bygging av lutaíbúðum í kommununi til serliga yngri ella eldri borgarar, sum ger tað møguligt hjá teimum, sum ikki hava ráð at keypa bústað, eitt alternativ.
  • Hvørt ár stykkja grundstykki út í nærum øllum kommunalum økjum, sum umfatar Kollafjørð, Kaldbak, Hvítanes, Velbastað, Kirkjubø, Nólsoy og Hest – umframt sjálvsagt eisini Argir, Hoyvík og Tórshavn.
  • Søluprísir á grundøkjum skal vera so lágur sum til ber, soleiðis at tað gerst lættari hjá ungum familjum at seta búgv.
  • Krav skal setast til umhvørvið, tá bygt verður, soleiðis at kommunan fríðkar um økini við vøkrum plantaðum økjum, gøtum og spæliplássum til børn og ung, soleiðis at trivnaðurin verður so góður sum gjørligt.

 

Hóast nakað er gjørt hetta valskeiðið á bústaðarøkinum - sum undirritaði sum býráðslimir hevur stuðlað 100% - er tað framvegis nógv eftir at gera.

Hesum vil eg arbeiða fyri at betra framyvir.

 

Birgir Nielsen,

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin og valevni til komandi val.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag