Búmerkið hjá felagnum
14. feb. 2024

Pensjonistar hava uppiborið betri.

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fram um at javnseta allar inntøkur áðrenn brennistuðulin fellur burtur. Hetta hava vit gjørt, tí vit heilt einfalt halda, at pensjonistar hava uppiborið betri.

Undanfarin ár hava nógvir pensjonistar og fyritíðarpensjonistar mist brennistuðulin. Hetta orsakað av, at teir hava fingið ein kapitalvinning, ið er hægri enn 2.000 krónur.

Fólkaflokkurin heldur, at pensjonistar hava uppiborið betri, og hevur tí lagt uppskot fram um at javnseta allar inntøkur, áðrenn brennistuðulin fellur burtur.

Í dag missir ein stakur pensjonistur brennistuðul, um inntøkumarkið fer upp um 60.000 krónur. Hjá hjúnum fellur brennistuðulin burtur, um inntøkumarkið fer upp um 80.000 krónur.

Fólkaflokkurin ynskir, at markið skal vera ein samanteljing av lønarinntøku, eftirlønarútgjaldi OG kapitalvinningi. Tí vit halda ikki, at tað er rætt, at kapitalvinningur skal revsast harðari enn ein og hvør onnur inntøka.

Les uppskotið her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10734