Ein meira rættvísan útlutanarhátt til grundøki í Tórshavnar Kommunu.
Kommunal grundøki eiga fyrst og fremst at fella ungu borgarum í lut, sum tolin hava staðið á bíðilistanum, síðani hesi gjørdust myndug. Tað sigur Bogi í Gil, valevni fyri Fólkaflokkin til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu.
Eg meini, at Tórshavnar kommuna eigur at venda aftur til gamla og rættvísa fyri borgaran, tá talan er at útluta grundøki. Longu frá ungum árum eiga borgarar at kunna leggja ynski inn um at seinni seta føtur undir egið borð í Tórshavnar Kommunu. Soleiðis, at tá tíðin er komin, var viðkomandi rímiliga langt frammi á bíðilistanum.
Núverandi útlutanarhátturin í Tórshavnar kommunu tænir neyvan okkara ungu borgarum. Tí sum nú er, dysstast tey við øll onnuruttanvelta / nýtilfluttu um framhaldandi at vera verandi borgari í kommununi.
Kommunal grundøki eiga fyrst og fremst at fella ungum borgarum í lut, sum tolin hevur staði á bíðilistanum síðani hesi gjørdist myndug.
Hetta kundi óivað bøtt um støðuna hjá teimum ungu, sum fara uttanlands at lesa og vilja koma heim aftur. Hetta skal gerast við at ungu borgarar, sum eru fyltir 18 ár, automatiskt vóru sett á grundøkis- og íbúðarlistan hjá Tórshavnar Kommunu. Hetta skuldi verið gjørt av kommununi sjálvari, eins og bankarnar plaga at gera fyri at tekkjast ungum viðskiftafólki.
Okkara nýfluttu borgarar eru tó meira enn vælkomnir eisini at seta seg á bíðilistan hjá Tórshavnar kommunu, tá tey flyta í kommununa.
Bogi í Gil
Valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðvalið í Tórshavnar kommunu