Ein hálv millión til fyrsta bústaðarkeypið.
Tað skal vera lættari at seta føtur undir egið borð á fyrsta sinni. Fólkaflokkurin fer at leggja fram uppskot til samtyktar um at veita heimild í pensjónslóggávuni til, at ungar familjur og støk fáa møguleika at fíggja sítt fyrsta bústaðarkeyp við at brúka av egnari pensjónsuppsparing.
Tað er torført hjá ungum at seta føtur undir egið borð. Serliga eru ungar familjur fíggjarliga sperdar og eru merktar av teim stóru príshækkingunum, ið hava merkt alt samfelagið seinastu árini.
Samstundis spara somu familjur upp til sína egnu pensjón, og sleppa tey ikki at nerta teir pengarnar, fyrrenn tey eru liðug á arbeiðsmarknaðinum. Og tað er greitt, at tá hava tey ikki líka nógv brúk fyri pengunum, sum tey hava í dag.
Hetta vilja vit gera nakað við.
Komandi ár er lógarbundna pensjónsskipanin fult ment, og er pensjónsinngjaldið tá komið upp á 12 prosent av skattskyldugu inntøkuni. Sostatt koma tey ungu ættarliðini at spara upp minst 12 prosent av síni inntøku í meira enn 40 ár.
Samstundis hava vit eina støðu á bústaðarmarknaðinum, har gáttin fyri at koma inn á marknaðin er blivin sera høg. Hetta er orsakað bæði av høgum bústaðarprísum og herdum krøvum frá bankunum fyri at veita fígging.
Soleiðis kann eitt ungt par við eini miðalinntøku standa í tí margháttligu støðu at hava eina hálva millión krónur á pensjónskontu í bankanum, men har sami banki noktar teimum lán til bústaðarkeyp, tí tey ikki hava nøktandi eginfígging.
Eitt roknidømi kann lýsa støðuna.
Sambært Hagstovu Føroya er miðalinntøkan í Føroyum 400.000 krónur í ár. Um eitt par við tveimum miðalinntøkum byrjar at spara upp, tá ið tey eru 23 ára gomul og fáa eitt miðalavkast á pensjónsuppsparingini upp á 2,5%, fara tey at eiga eina hálva millión á pensjónskontuni sum 30 ára gomul. Roknidømið er lýst í talvuni.
Miðalprísurin fyri eini sethús í Tórshavn er nú 4 milliónir krónur. Bankarnir krevja vanliga eina eginfígging millum 5 og10 prosent.
Sostatt fer tað unga parið við eini miðalinntøku og lógarbundnu pensjónsuppsparingini at kunna seta føtur undir egið borð eftir nøkur fá ár á arbeiðsmarknaðinum.
Skipanin skal einans kunna brúkast til tað fyrsta húsakeypið. Hetta er fyri at forða fyri, at bøttu keypsmøguleikarnir ikki trýsta prísin á marknaðinum upp, sum bara vil gagna verandi eigarum av bústøðum.
Føroyingurin ynskir at seta føtur undir egið borð. Sjálvandi eiga ungfólk okkara eisini at fáa hendan møguleika við hjálp frá egnari pensjónsuppsparing. Føroyar gerast ríkari av, at ungu ættarliðini fáa bøttar møguleikar at seta búgv her.
At tey spara upp í egnum bústaði í staðin fyri á eini pensjónskontu er eisini búskaparliga skynsamt og samstundis ein pensjónsuppsparing í sær sjálvum.