Raksturin í Tórshavnar Kommunu er øktur úr 1,1 mia. kr til 1,4 mia. kr uppá bert 3 ár. Tað er 300 (!) milliónir krónur MEIRI, sammett við talið 2021, tá ið sitandi býrað tók við.
Hóast met stóra vøksturin í skattainntøkum, er borgararin í Tórshavnar kommunu meira ónøgdur enn nakrantíð. Hetta er ein ábending um, at talan er ikki um mangul av pengum, men mangul á viti og skili.
Gaman í, skattainntøkurnar eru høgar, so tað er ikki undirskot. Men skal man brúka øktar skattainntøkur, bara tí man kann? Eru borgarar í Tórshavnar kommunu ikki nóg mikið fíggjarliga sperdir sum er? Hevur nakar kanska umhugsað at latið pengarnar fingið frið í lummunum hjá borgarunum, heldur enn at kommunan skal finna uppá okkurt at brúka teir til?
Um tú heldur, at borgarin sjálvur veit best, hvussu hann brúkar sínar egnu krónur, so set krossin við Rúna Hammer.