Búmerkið hjá felagnum
14. sep. 2024

Valevnislistin til valið í Tórshavnar Kommunu er klárur.

Familjan, fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, betri karmar til vinnuna, ábøtur og viðlíkahald. Tað eru nøkur av málunum, Fólkaflokkurin fer til val uppá til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu.

Familjan er kjarnin í kommununi. Tí er neyðugt, at kommunan gevur familjunum bestu karmar at virka undir.

Somuleiðis er tvingandi neyðugt, at kommunan raðfestir fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, soleiðis at tað gerst lættari hjá øllum borgarum at leiga ella ogna sær ein bústað ella grundstykki í øllum økjum í kommununi.

Tórshavnar Kommuna skal tryggja bestu karmar fyri vinnuna at virka undir. Fyritøkur skulu hava lættari og betri atgongd til øll kommunal arbeiði.

Vit ynskja at raðfesta viðlíkahald av kommunalum bygningum og vegum, endurnýggjan av kloakkum og sum heild meira skil í, tá tað snýr seg um tað, ið krevur ábøtur.

Tað er eitt av fleiri málum, øll hesi skilagóðu fólkini, fara til val uppá. Vit fara so líðandi at greiða nærri frá valskránni.

__

Á Fólkaflokslistanum til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu, eru:

  • Birgir Nielsen, Tórshavn
  • Jan Vestergaard, Hoyvík
  • Astrið Breckmann, Tórshavn
  • Dánial Hansen, Hoyvík
  • Annfinn Hjelm, Tórshavn
  • Jessica Cazabon Celibashi, Tórshavn
  • Niels Jacob Heinesen, Tórshavn
  • Birita Lamhauge Jóansdóttir, Tórshavn
  • Høgni Wilhelmsen, Argir
  • Ronnie Thomassen, Argir
  • Rúni Hammer, Hoyvík
  • Bogi í Gil, Tórshavn
  • Andreas Thomsen, Tórshavn
  • Leivur Simonsen, Hoyvík

Á myndini mangla Jan Vestergaard, Bogi í Gil, Leivur Simonsen og Rúni Hammer.