Fyrst skulu kloakkirnar koma í rættlag, og síðani eiga vit fara undir at gera Sandágerð enn betri. Ja, eg haldi, at Sandágerð skal gerast eitt satt trivnaðarparadís í Havn. Hetta sigur Annfin Hjelm, valevni fyri Fólkaflokkin.
Flestu okkara, ið eiga børn, hava sera góð minnir um spæl og hugna í Sandágerð. Eisini hóast føroyska veðrið ikki altíð vigrar.
Sandágerð kann gerast eitt eindømi í Føroyum við góðum skiftiumstøðum og øki á sjónum, sum er vart ímóti havaldu.
Hetta skal gerast við at byggja trækonstruktiónir fram við strandarlinjuni á Argjalandinum. Somuleiðis skal avbyrgt øki kunna nýtast til dypping og svimjing. Hetta eins og annað fjølbroytt frítíðarvirksemi á sjónum, s.s. kajakrógving og padelboard.
Á hendan hátt gagnnýta vit nátturina, samstundis sum vit taka atlit til umhvørvi og trygd.
Hetta hevði verið eitt fantastisk verkaætlan at farið undir. Sjálvsagt mugu vit fyrst fáa Sandá reina, eins og Landsjúkrahúsið má fáa ordan á síni kloakviðurskifti.
Tað sigur Annfinn Hjelm - og leggur afturat, at hetta krevur, at vit fáa ein sterkan Fólkaflokk valdan inn í býráðið.
X við Fólkaflókkin
X við Annfinn Hjelm