Uppskotið, sum landsstýriskvinnan í umhvørvismálum sendi til hoyringar um at hækka hámarksútgjaldið í barsilsgrunninum, er gott og tiltrongt. Hámarksútgjaldið hevur verið 25.000 kr. síðani 2004. Ein afturúrsigld upphædd, sum tíbetur hevur ein bata í eygsjón.
Fólkaflokkurin og hinir andstøðu flokkarnir løgdu eitt líknandi uppskot fram í heyst, sum tíverri fall. Tíbetur leggur landsstýriskvinnan eitt nýtt uppskot fram, sum líkist okkara – og tað fegnast vit um.
Hetta staðfestir, at hóast vit eru í andstøðu, kunnu vit vera virkin og vísa á skilagóðar loysnir. Mest av øllum fegnast vit um, at barnafamiljur fáa størri fíggjarligt rásarúm.
Vit í Fólkaflokkinum fara framhaldandi, hóast vit sita í andstøðu, at arbeiða konstrukivt og vísa á loynsir til frama fyri fólkið í Føroyum