Fólkaflokkurin

Sjálvræði og frælsi til allar føroyingar.

Við tí leggja vit dent á sjálvræði hjá tí einstaka, styrkina i felagsskapinum millum menniskju, og frælsið hjá fólki og tjóð.

Vælkomin til síðuna hjá Fólkaflokkinum

Hetta er nýggja síðan hjá Fólkaflokkinum. Vit leggja út javnan - og fyri tíðina, er tað serliga kommunuvalið, ið setur sín dám á innihaldið. Verið hjartaliga vælkomin at fylgja við.
Beinir Johannesen
Formaður í Fólkaflokkinum
Kommunuvalið 2024 - sí valevnini her
Tíðindi

Vit leggja javnan kunning og greinar út, soleiðis at tit hava møguleikan at fylgja við, hvørjum vit arbeiða við, og hvat er á skránni hjá Fólkaflokkinum. Sí øll tey nýggjastu tíðindi frá Fólkaflokkinum her.

  • Vís alt
  • Greinar
  • Lesarabrøv
  • Lógaruppskot
  • Poddvarp
  • Sjónbond
  • Tiltøk
Virðini hjá

Fólkaflokkinum
Fólkaflokkurin er ein borgarligur, sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur. Við tí leggja vit dent á sjálvræði hjá tí einstaka, styrkina í felagsskapinum millum menniskju, og frælsið hjá fólki og tjóð.

Tjóðskapur

Í Føroyum skulu føroyingar ráða, tað er tjóðskaparliga stavnhald Fólkafloksins. Føroyar skulu vera fíggjarliga frælsar, vit skulu hava lóggávuvald á øllum økjum, og at Føroyar skulu gerast suverenur fólkaræðisligur statur, er hornasteinur floksins.

Fyritreytin fyri einum frælsum landi er eitt frælst fólk. Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja persónliga frælsið og privata ognarrættin. Persónligt frælsi elur ábyrgdarkenslu og framburð. Frælsið skal bert avmarkast av, at eingin borgari ella bólkur av borgarum skal vera øðrum at meini.

Búskapur

Framleiðsluvirðið, tjóðin skapar, er støðið undir tí fíggjarorku, landskassin hevur. Og fyri at tryggja vælferðina skal búskapurin vaksa skjótari enn almenni geirin, sum støðugt skal gerast virknari, tá ið tað viðvíkur tænastu og skynsomum rakstri.

Vøkstur er vegurin til vælferð. Fólkaflokkurin virkar fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slag geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest høgt. Uppgávan hjá tí almenna er at veita tryggar karmar, ið eru undirstøðið fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri.

Trivnaður

Familjan er kjarnin í føroyska samfelagnum. Fólkaflokkurin ynskir eitt samfelag har øll, frá barni til aldurdóm, kunnu savna góð minnir. Tryggar familjur eru grundvøllurin undir einum sterkum samfelag. Tí er neyðugt, at samfelagið verður meira familjuvinarligt. Møguleikarnir at seta føtur undir egið borð skulu vera góðir.

Tá ræður um stovnspláss skal tænastustøðið góðskutryggjast, og hin einstaki skal hava valfrælsi. Tryggur uppvøkstur er fortreytin fyri ungdóminum, sum skal taka tøkini í komandi tíðum. Frælsið hjá einstaklinginum og familjunum elur ungdómin, ið eigur framtíðina. Góðar umstøður til virkni og frælsi er okkara mál fyri ungdómin.

Mentan og útbúgving

Mentanin stimbrar tilvitskuna um margfalda føroyska samleikan. Eitt ríkt, fjølbroytt og ágrýtið mentanarvirksemi er besta amboðið til at stimbra og menna tilvitið um okkara felags samleika. Málið fyri ein frílyntan mentanarpolitik er at loysa upp fyri teimum skapandi kreftunum hjá fólki. Tað ræður um at styrkja hugin, gávurnar og møguleikarnar fyri at útinna mentanarligt virksemi.

Virðismesta tilfeingið í Føroyum er fólkið. Føroyar hava tørv á bæði tí góða handalagnum og tí bókliga førleikanum, og tí er sera umráðandi, at øll hava góðar møguleikar at finna sín sess.

Altjóða viðurskifti

Í Føroyum skulu føroyingar ráða. Vit skulu reka okkara egna uttanríkispolitikk við fullari ábyrgd. Men ábyrgd er eisini samstarv, og tí ynskir Fólkaflokkurin altjóða samstarv uttan at missa sjálvsavgerðarrættin. Føroyar eiga at gerast sjálvstøðugir limir í altjóða felagsskapum, sum hava týdning fyri okkum.

Við samráðingum skulu vit skapa okkum atgongd til teir útlendsku marknaðirnar. Vit skulu samstarva við verandi marknaðarsamgongur og samveldi, men altíð halda Føroyar og føroysk viðurskifti fremst.

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag