Fólkaflokkurin

"Vit vilja vera sum allar hinar tjóðirnar"..

Útgivið 03.10.26
|
Skrivað av Rebekka

Hesi lagnuorð søgdu ísraelsfólk við Sámuel profet á sinni. Og vit síggja hetta eisini í dagsins samfelag, - serliga nú val verður.

Hyggið væl eftir, hvør stillar upp, og hvørjum tey standa fyri. Tað eru mong, ið einans vilja gera Føroyar til ein "mini" Danmark. Tey vilja, at vit verða "sum allar hinar tjóðirnar".
Tey, ið hava fylgt mær, vita, at hetta vil eg IKKI.

Hvat eru vit føroyingar so? Jú:

  • Vit eru føroyingar, serstøk tjóð.
  • Vit skulu hyggja inneftir og spyrja, "hvat er gott í Føroyum, og hvat duga vit væl?"
  • Vit elska og stríðast fyri land og fólk okkara.
  • Vit virðismeta lív.
  • Vit trúgva, at øll hava virði.
  • Vit standa rimmarfast á einum jørðildi - grundarlagi, sum einki annað land hevur.
  • Vit hava eina heilt serstaka mentan.
  • Vit hava eitt mál, ið eingin annar tosar.
  • Vit hava eina klettafasta trúgv.
  • Vit standa saman um familjuna.

Samanhangskraftin í Føroyum kemur ikki av ongum. Hon viknar í Vesturevropa, tí tey eru farin burtur frá sínum grundvølli.

Nú val verður, síggja vit, at her eru valevni, ið veruliga ynskja at knúsa alt hetta sundur. Alt, vit føroyingar hava bygt á í 1000 ár.
Tey siga seg vilja javna, men í veruleikanum fara tey at javna alt við jørðina.

Eg stilli upp bæði til løgtingsvalið og fólkatingsvalið.
Eg vil bjóða meg fram at lyfta tunga arvin eftir pápa mín, Óla Breckmann.
Tit, ið velja meg, vita akkurát, hvat tit fáa. Eg havi onga dulda dagsskrá. Eg geri hetta, tí eg elski Føroyar og fólkið, her býr.
Eg vil stríðast fyri at varðveita Føroyar og at gera heimsins besta land enn betri fyri børn okkara.

Vel Astrið Breckmann á lista A til løgtingsvalið og fólkatingsvalið

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag