Fólkaflokkurin

Betri hjálp til børn og familjur – til tíðina

Útgivið 03.10.26
|
Skrivað av Rebekka

Eg kenni munin á, tá eitt barn fær hjálp og stuðul til tíðina, í mun til tá tað kemur ov seint. Hetta tænir hvørki tí einstaka barninum, familjuni – og slett ikki samfelagnum. Familjan er grundarsteinurin í okkara samfelagi. Tá familjur trívast, trívist samfelagið. Tí er hetta eitt hjartamál hjá mær.

Í dag uppliva nógvar familjur, at skipanirnar eru torførar at finna runt í. Tá ein familja hevur tørv á hjálp – serliga tá talan er um børn við serligum tørvi – kann tað vera trupult at vita, hvar ein skal venda sær. Ofta eru nógvir ymiskir stovnar og skipanir at fara ígjøgnum. Hetta kann gera støðuna enn tyngri hjá familjum, sum frammanundan hava nógv at stríðast við.

Tí er tað so týdningarmikið, at skipanirnar arbeiða saman, og at familjan ikki sjálv skal bera alla byrðuna við at samansjóða hjálpina.

Stovnar og fakfólk skulu samstarva meira

Eitt gott dømi um hetta er arbeiðið, sum verður gjørt í Vágs kommunu, sum er partur av Barnaverkætlanini. Har hevur kommunan sett ein netverksamskipara, sum hevur til uppgávu at savna træðrirnar og tryggja, at stovnar og fakfólk tosa saman. Hetta ger, at familjur sleppa undan at ganga frá einum staði til annað við somu søgu, og at hjálpin verður meira samanhangandi og fæst skjótari.

Slík átøk vísa, hvussu nógv kann vinnast, tá vit hugsa meira í samstarvi og heildarloysnum. Tað eigur ikki at vera tungt og ógreitt at fáa hjálp – tað skal vera einfalt og menniskjaligt.

Tí vil eg arbeiða fyri, at barnafamiljur fáa betri fíggjarligar og sosialar karmar, at góð tilboð eru til børn við serligum tørvi, og at tað verður lættari hjá familjum at fáa hjálp, tá tørvur er á henni. Samstundis er tað týdningarmikið at skapa betri javnvág millum arbeiðslív og familjulív, so foreldur hava tíð og orku til tað, sum veruliga telur.

Tá vit styrkja familjuna, styrkja vit eisini framtíðina hjá Føroyum. Tað er ein íløga, sum gagnar okkum øllum.
Hetta eigur at fáa eina breiða semju.

Set tín kross við
Rúnu Wenningsted Hansen
X við A

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag