Í dag betala vit 20,75% í skatti í okkara kommunu. Til samanberingar er kommunuskatturin í Havn 19%. Munurin er 1,75% sum Havnin er betur enn vit. Eitt er at Klaksvíkingur vinnur og KÍ viðhvørt. Men at tapa í vánaligasta skattaprosenti, terir inn at sálini í longdini.
-
Hjá mær sum valevni sum ikki hevur sitið inni fyrr, er trupult at lova nakran skattalætta. Eg veit snøgt sagt ikki hvussu kommunan er fyri fíggjarliga. Veit bara at man liggur og skítist undir skuldarloftinum. Hevur selt fastogn og gjørt ymisk krumspring fyri ikki at vera sett undir umsiting. Hetta er bara ikki gott nokk.
Okkara kommunuskattur er slett ikki kappingarførur heldur, og tað er eingin ivi í mær, at um vit skulu hava yngri fólk at flyta til, sum mugu vit vera kappingarfør í skatti og barnavinarligum frádráttum og ískoytum.
Og tað er alneyðugt. Skulu vit hava ein bý sum skal veita tær frægu tænasturnar til okkara borgarar so má tað verða lokkandi hjá yngri fólki at búðseta seg og við gleði betala sínar skattir her.
Í dag betala vit 20,75% í skatti í okkara kommunu. Til samanberingar er kommunuskatturin í Havn 19%. Munurin er 1,75% sum Havnin er betur enn vit. Eitt er at Klaksvíkingur vinnur og KÍ viðhvørt. Men at tapa í vánaligasta skattaprosenti, terir inn at sálini í longdini.
Tvær lønir sum fáa fult eftir sáttmálunum hjá arbeiðarafeløgunum í Klaksvík, fáa sirka 640.000 í løn árliga. 1,75% av tí er 11.200kr. sum ein familja hjá okkum er verri fyri enn ein í Havn. Tað sigur seg sjálvt at her má sterkur lútur til. Ikki verri enn so at tað ber til, men so skulu aðrir bollar í suppuna.
Eg veit at sitandi býráð hevur roynt at stabilisera støðuna. Roynt at gjørt liðugt tað sum varð uppábegynt. Og okkara kommuna er ein livandi kommuna og tað krevur alla tíðina at vit eru ígongd.
Hóast tað, so er eingin vegur uttanum. Vit mugu fáa luft til skuldarlofti, og góða luft enntá.
Og so má skattaprosenti niður. Tað skal niður at verða kappingarført við Havnina og aðar kommunur á vegnum suður. Eg veit tað er trupult, men um vit ikki megna tað, tapa vit í kappingini um tilflyting og teir góðu skattaborganar. Teir sum framyvur skulu betala okkara vælferð.
Tað skal ikki henda og fer ikki at henda um tit velja rætt.
Vel ein góðan fólkaflokksmann á Fólkaflokkslistanum.
Vel Frímund Hansen