At Tórshavnar skipasmiðja (Mest) hevur verið ein fongur fyri vinnulívið í Havn í fleiri enn ein mansaldur, ivast fáur í.
Hvør man framtíðin hjá Mest og Bariðnum so unnast at vera, nú Havnin sníkjandi er farin at tekkjast øki teirra?
Fyri mær er tað púra klárt at virksemið hjá Mest, eins og tað sum Barið hevur í gamla Bacalao bygninginum, eigur ikki bert at varðveitast, men at stimbrast!
Tað at skipasmíð og fiskaarbeiði er staðsett í okkara vakra miðbýi er nakað heilt serstakt fyri einhvønn bý, fyri ikki at tosa um ein høvuðsstað. Og eiga hesar báðar vinnugreinar at takast fram at vísa ferðavinnuni. Tí hetta er við til at seta sín heilt serstaka dám á høvuðsstað okkara, framum aðrar høvuðsstaðir.
Hetta kundi verið gjørt við einum ferðavinnusavningardepli heilt tætt at hesum báðum virkisgreinum, og við at skipa túrar viđ fylgi, at vitja gerandisdag teirra.
Fleiri av gomlu virkisøkjunum sum hoyra økinum til, skuldu so fingið lagaligt hússkjól í gamla Bacalao bygninginum, við vón um framtíðar vinnu fyri eyga.
Hesi kundu verið føroysk bátabyggjan, framleiðsla av fiskaúrdráttum, ull og skinn framleiðsla, føroyskt handarbeiði og handverk, men eisini listafólk, tónleikarar o.s.fr.
Felags fyri øll hesi sum skula húsast í Bacalao bygninginum er, at hesar ymisku verkætlanir eru ætlaðar at gerast vinnuliga kjølfestar, býi okkara at frama.
Bogi í Gil
Valevni hjá Fólkaflokkinum