Ferðavinnan er framvegis ein lutfalsliga nýggj vinna í Føroyum. Tó vita vit ikki við vissu, hvussu nógvir føroyingar fáa gagn av henni. At tað eru fleiri útlendingar í starvsfólkahópinum hjá ferðavinnu aktørunum er eyðsæð.
Heldur ikki vita vit, hvussu miðal-inntøkan er fyri ein persón, sum arbeiðir í ferðavinnuni. Ella hvussu fordeilingin av størvum er býtt eftir økjum í landinum.
Tí hevur Árni Skaale, tingmaður, sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, ein grein 52-spurning um hetta. Les nærri um hetta her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10745