Búmerkið hjá felagnum

Søga.

Búskaparliga heimskreppan í 30-árunum elvdi framburðsmonnum til at stovna Vinnuflokkin, sum á løgtingsvalinum í 1936 fekk tvey umboð á ting. Teir gomlu, Sjálvstýris- og Sambandsflokkurin, høvdu frá 1906 mest stríðst fyri og ímóti føroyskum máli og mentan, og Javnaðarflokkurin frá 1928 fyri javnari býti av framleiðsluvirðunum. Men undir kreppuni var lítil og eingin framleiðsla at býta.

Tá Sjálvstýrisflokkurin í 1938 fór í tvíningar, kastaðu vinnufloksfólk og tey sjálvstýrisfólk, sum fylgdu Jóannesi bónda Patursson, saman og stovnaðu Fólkaflokkin í 1939.

Við valið í 1940 fekk Fólkaflokkurin 6 tingmenn við teirri stevnu at gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar og politiskt sjálvstøðugar. Kríggið gav løgtinginum ábyrgd av lóggávu og fyrisiting, og hákonjunkturur gav fólki hug til at standa á egnum beinum búskaparliga.

Søgugongd.

Uppruni floksins

Fólkaflokkurin vísti á týdningin av tíðarhóskandi undirstøðukervi og vinnulívi, so Føroyar ikki framhaldandi skuldu liva sum eitt olmussuhús av donskum veitingum. Endmálið var at tryggja landsins inntøkur av tí, sum fríur fiskiskapur í Norðurhøvum og aðrir vinnuvegir kundu geva einari fiskivinnutjóð við nýggjum fiskiflota, fíggjaður privat og alment.

Stevna Fólkafloksins fekk breiða undirtøku. Flokkurin fekk til valið í 1943 12 tingmenn av 25 og 11 tingmenn av 23 tingmonnum til valið í 1945. Báðu ferðir bert ein undir meiriluta (og Sjálvstýrisflokkurin uttan tingumboð). 

Eftir krígslok virkaði Fólkaflokkurin fyri fólkaatkvøðu við 4 valmøguleikum um framtíðarstøðu Føroya og ætlaði at fáa meiriluta fyri víðum sjálvstýri uttan fyri donsku grudlógina, men við ávísum tilknýti til og í samstarvi við danska ríkið (líkt Íslandi í 1918).

Tað miseydnaðist. Stjórnin saman við Sambands- og Javnaðarflokkinum setti alt upp eftir kanti: Antin tætt samband ella loysing.

Til fólkaatkvøðuna 14. september 1946 atkvøddi ein meiriluti fyri loysing. Í 1946 kom øllum dátt við, at Fólkaflokkurin tók úrslitið til eftirtektar og fór undir at fyrireika fullveldi. Men kongur sendi eftir boðum frá stjórnini løgtingið heim, tí úrslitið av fólkaaktvøðuni skuldi vera ógreitt, valluttøkan lág (2/3 av veljarunum), og loysingin tískil bert stuðlað av 1/3 av Føroya fólki. Leiðsla Fólkafloksins boygdi seg fyri donskum boðum og teimum lógum, sum vóru galdandi fyri Føroyar tá.

Løgtingsvalið í november 1946 gjørdist eitt stórt vónbrot fyri sjálvstýrisfólk: Fólkaflokkurin bert 8 tingmenn av 20, og Sjálvstýrisflokkurin aftur umboðan á tingi við 2 monnum í parti við Javnaðarflokkinum (4 tingmenn) og Sambandsflokkinum (6 tingmenn). Hesir tríggir evnaðu saman við donsku stjórnini Heimastýrislógina til í 1948 og skipaðu fyrsta landstýri 1948-50. 

Uttan mun til hvat eftirmæli Heimastýrisskipanin fær, so gav hon løgtinginum meiri lóggávuvald og nýstovnaða landstýrinum fríari fyrisitingarligar ræsur enn amtstøðan fyri kríggið. Hesi framstig vóru neyvan hend uttan tjóðskaparligu rembingarnar undir krígnum.

Men hákonjunkturin eftir kríggið endaði í 1949, tá fallandi fiskaprísir og pundskursur saman við hækkandi kolprísum gjørdu raksturin á teim nýkeyptu men útslitnu krígstrolarunum tungan. Støðan versnaði í 1950.

Á løgtingsvalinum á heysti 1950 fekk Fólkaflokkurin 8 tingmenn og tann nýstovnaði, vinstravendi loysingarhugaði Tjóðveldisflokkurin tveir. Fólkaflokkurin valdi í 1950 at skipa samgongu saman við Sambandflokkinum.

Bankakreppan í 1951/52 lamdi stóran part av vinnulívi okkara og sendi hundraðtals fiskimenn til sjós við fremmandum skipum. 

Men longu seinast í tí valskeiðinum vóru lunnar lagdir undir stóra lógarverkið at endurnýggja fiskiflotan. Hetta arbeiði helt fram, eftir at Fólkafloks- Sambandslandstýrið var víðkað við Sjálvstýrisflokkinum eftir valið í 1954. 

Nýggir trolarar og stállínuskip í stórum tali vóru í gerð og komu, og inntøkurnar vóru farnar at vaksa, tá løgtingsvalið í 1958 broytti meirilutan á løgtingi. 

Fólkaflokkurin fekk bert fimm tingmenn valdar. Sambandsflokkurin styrknaði, og skipaði samgongu við Sjálvstýris- og Javnaðarflokkinum, sum gjørdist størsti flokkur við 8 tingmonnum, m.a. tí at hann lovaði at fíggja eina føroyska fólkapensjón við hjálp frá donsku stjórnini (sum tøkk fyri NATO-støðirnar í Føroyum). Tjóðveldisflokkurin vaks upp í 7 tingmenn, men lá ov langt frá Javnaðarflokkinum tjóðskaparliga til at fáa sosialistiskt samstarv.

Eftir fýra ár í andstøðu eydnaðist Fólkaflokkinum við Hákuni Djurhuus sum løgmanni at skipa fyrra sjálvstýrislandstýrið við Tjóðveldis-, Sjálvstýris- og Framburðsflokkinum. 

Tann vøkstur í búskapinum, sum var byrjaður við nýggjum fiskiflota, helt fram í tí valskeiðnum. Fiskimarkið fór út á 12 fjórðingar í 1964, og fyrstu átøk gjørd til at fáa Føroyum nýtt veganet og havnaløg, sum vit kenna í dag. 

Valið í 1966 gjørdi, at sjálvstýrislandstýrið misti meirilutan á tingi. Sjálvstýrisflokkurin fór yvir til Javnaðar- og Sambandsflokkin, sum skipaðu landstýri við P. M. Dam og Kristiani Djurhuus sum løgmonnum til 1970 og síðan undir leiðslu av Atla Dam til 1974.

Eftir valið í 1974 fekst eitt “systemskifti”. Fólkaflokkuirn fór í samgongu við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Atli Dam bleiv løgmaður. Stóra takið var at laga føroyska fiskiflotan og fiskivinnuna á landi til stórbroytingar og avbjóðingar av, at øll fiskimørk fóru út á 200 fjórðingar. Fleiri málsøki vóru yvirtikin frá danskari til føroyska fyrisiting, eitt nú postverk, almanna-, heilsu- og skúlaverk.

Samgongan helt fram eftir valið í 1978, til nýval varð í 1980. Eftir tað varð borgarlig samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Sambands- og Sjálvstýris-flokkin við Paula Ellefsen sum løgmanni, og Jógvani Sundstein, formanni Fólkafloksins, sum løgtingsformanni.

Eftir valið í 1984 skifti meirilutin aftur. Fólkaflokkurin í andstøðu. Javnaðar-, Tjóðveldis-, Sjálvstýris- og KrFF-flokkurin skipaðu samgongu við Atla Dam sum løgmanni. Í hesum valskeiði vaks uttanlandskuldin við 5 mia. kr. upp í 8 mia kr, og bumban løgd undir búskapin, sum brast í 1992 og sendi Føroyar niður í djúpastu kreppu síðani 1951.

Men fyrst kom stutta valskeiðið 1989-90, tá Fólkaflokkurin, við Jógvani Sundstein sum løgmanni, leiddi samgonguna, fyrst við Tjóðveldis-, Sjálvstýris- og KrFF-flokkinum, men frá sumri 1989 við Sambandsflokkinum ístaðin fyri teimum báðum smáu. 

Lántøkur og veðhald steðgaðu, privata nýtslan minkaði, 500 miljóna hall á landskassans roknskapi, men avlop á handils- og í gjaldsjavna. Men ov nógv stóð á, og nýval varð útskrivað í november 1990.

Eftir valið í 1990 varð fyrsta ferð síðani 1950, at tveir flokkar kundu skipa samgongu. Javnaðaðarflokkurin við 10 og Fólkaflokkurin við 7 tingmonnum skipaðu samgongu við Atla Dam sum løgmanni. Strammi fíggjarpolitikkurin helt fram, men fiskaprísirnir fullu í 1992, og uttan stuðul til fiskivinnuna og uttan fleiri inntøkur frá effektivum veðhøldum, stóð á hjá bankunum út á summarið. Í oktober 1992 brast bumban: Bankarnir fóru av knóranum og danir løgdu uppí. 

Út á várið 1993 noktaði Fólkaflokkurin at fylgja donskum harraboðum. Hetta hevði við sær, at Javnaðarflokkurin, nú við Maritu Petersen sum løgmanni, skifti Fólkaflokkin út við Tjóðveldis- og Sjálvstýrisflokkin, sum settu donsku fyriskipanirnar í verk, teirra millum eitt so hart skattatrýst, at skrædlið varð fullkomið, og búskapurin kódnaði.

Eftir løgtingsvalið í 1994 varð Fólkaflokkurin hildin uttan fyri samgonguna undir leiðslu Sambandsfloksins, sum skipaði samgongu við Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Verkamannafylkingina. Edmund Joensen bleiv løgmaður. 

Í desember 1994 legði Fólkaflokkin fram uppskot á ting um kanning av partabrævabýtinum millum Sjóvinnubankan og Føroya Banka. Uppskotið varð einmælt samtykt. Samtyktin hevði við sær, at bankakanningin varð sett í verk á sumri 1995. Úrslitið av kanningini varð støðið undir avtaluni hin 10. juni 1998 um skuld landskassans við stjórnina.

Fólkaflokkurin partur av landssins leiðslu í 20 ár, frá 1996 – 2015

Men tá Javnaðarflokkurin fór úr samgonguni á sumri í 1996, vóru boð eftir Fólkaflokkinum, sum tók fiskivinnu- og fíggjarmál. Saneringar av bankakervi og vinnulívi, lág renta, góður fiskiskapur og fiskaprísir, og tann frílynti skattapolitikkurin hjá Fólkaflokkinum settu ferð aftur á búskapin.

Eftir løgtingsvalið í 1998 tók Fólkaflokkurin við leiðsluni av sjálvstýrislandstýrinum saman við Tjóðveldis- og Sjálvstýrisflokkinum. Annfinn Kallsberg bleiv løgmaður.

Avtala fekst við danir um bankaskuld, undirgrundarmark fekst við bretar, fígging av kommunuskuld, nýggjur handilssáttmáli við ES, og so varð arbeitt fyri nýggjari sjálvstýrisavtalu við stjórnina. Bankavtalan við donsku stjórnina á sumri 1998 gjørdist eitt stórt framstig fyri føroyska búskapin.

Tað eydnaðist ikki fullveldissamgonguni at fáa endaliga avtalu við donsku stjórnina um Føroyar um fullveldis ríki. Nyrup-stjórnin helt uppá, at so varð blokkurin laðaður niður eftir 4 og ikki 12 árum, sum landstýrið bað um. 

Tískil varð eingin sáttmáli, sum bæði tingini høvdu samtykt, at leggja út til fólkaatkvøðu. Samgonguni eydnaðist tó at skerja blokkin 35%, 366 mió kr, sum svaraði til kostnaðin av skúlamálum og part av almannamálum. 

Búskapurin blómaði sum sjáldan áður, BTÙ øktist úr 6,5 upp í 10 mia. kr, so bæði inntøkur og útreiðslur hins almenna vuksu.

Tvídrátturin millum fullveldi og samband hevði aftur eina polarisering við sær. Sambandsflokkurin fekk fyrimun av øsingini, meðan Tjóðveldið umboðaði reinu vøruna” á hinum veinginum. Tað førdi til, at Fólkaflokkurin í nov. 2001 misti Fólkatingsessin, sum Òli Breckman hevði vart uttan slit síðan 1984 , til Tjóðveldið. Sambandið tók sessin frá Javnaðarflokkinum.

Við løgtingsvalið í 2002 mistu Fólka- og Sjálvstýrisflokkurin ein løgtingsess hvør, so samgongan misti meirilutan á tingi. Neyðugt var at taka Miðflokkin við í nýggju 4-flokka samgonguna. 

Nú fjaraði í búskapinum, tí útflutningsvirðið lækkaði við 800 mió kr, serliga orsakað av ILA-sjúku í alivinnuni og tí at blokkurin var skerdur við 366 mió kr árliga.

Í 2003 stóð á til at fáa fíggjarlógina at ganga upp. Tað var ikki so hugaligt sum viðráksárini 1998-2002. Tjóðveldið brestist so hart í desember, at flokkurin tók stuðul sín til leiðslu Fólkafloksins í samgonguni aftur. Løgmaður útskrivaði nýval at verða í január 2004.

Eftir tað valið varð nýggj (breið),t.e. bæði hugsjónarliga og í manntali, samgonga skipað millum Javnaðar-, Samband- og Fólkaflokkin við Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni. Fólkaflokkurin varðveitti sínar 7 tingsessir.

Hetta landsstýrið samtykti eftir uppskoti frá Fólkaflokkinum eina nýggja alilóg, sum er grundarlagið undir tí risa vøkstri, sum alivinnan hevur havt síðani. Frá fáum 100 mió kr í útflutningsvirði í 2004 umboðar laksaútflutningur nú 5.000 mió kr árliga, ið er heil helvt av landsins meiri enn tvífaldaða útflutningsvirði.

Henda samgongan megnaði eisini eftir uppskoti frá Fólkaflokkinum at samtykkja yvirtøku av Fólkakirkjuni, lógirnar um rúmari uttanríkisheimildir og yvirtøkulógina í samstarvi við frílyntu stjórnina hjá Fogh-Rasmussen.

Á landsfundi í Øravík í 2006 boðaði Annfinn Kallsberg frá, at hann stillaði ikki uppaftur í 2008, og Jørgen Niclasen bleiv seinni valdur til nýggjan formann.

Í 2008 varð Fólkaflokkurin settur uttanfyri. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin skipaðu landsstýrið við Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni. Henda samgonga sat bara í eitt hálvt ár, og boð vóru tí aftur eftir Fólkaflokkinum. Í september 2008 skipaðu Javnaðarflokkurin, Sambandflokkurin og Fólkaflokkurin samgongu við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni. 

Í 2010 er aftur kreppa (heimsbankakreppan). Eftir valið í 2011 skipaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin samgongu við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni. Fólkaflokkurin umsat fíggjarmál við Jørgen Niclasen sum landstýrismanni og setti flatskattin í gildi. Síðan eru landkassans inntøkur øktar munandi.

Landskassin varð í 2011 yvirtikin við 635 mió í halli. Hóast hetta hall vóru íløgur gjørdar í m.a. Viðareiðistunnilin. Undir hesi samgongu var eisini semja gjørd millum allar flokkarnar um Eystur- og Sandoyrtunnlar. Undir hesi samgongu tók sonevnda makrelstríðið seg upp. Føroyar vunnu makrelstríðið ímóti ES, og gav hetta Føroyum nógv størri kvotur í uppsjóvarfiski. Hetta økta tilfeingi er – saman við framburðinum í alivinnuni –  orsøkin til, at Føroyar síðani 2011 hava megnað at tvífalda samlaða framleiðsluna og nærum at trífalda útflutningsvirðið.

Samgongan frá 2011 megnaði at fáa hallið á fíggjarlógini burtur og megnaði at avleverað landsroknskapin við nulli á botnstrikuni til samgonguna, sum varð skipað í september 2015 millum Javnað, Tjóðveldi og Framsókn og við Aksel V Johannesen sum løgmanni.

Seinasta valskeiðið

Til løgtingsvalið í 2019 fekk Fólkaflokkurin 8 tinglimir, sum er besta úrslit síðan 1954. Nýggj samgonga varð skipað millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin við Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni.

Henda samgonga hevur avgreitt sera nógv mál. 

Samtykt er ein nýggj fiskivinnuskipan, sum byggir á eina 12 ára loyvisskipan við umsetiligum loyvum. Ein nýggj skipan er gjørd fyri tilfeingisgøld, sum ásetur, at prísstøðið fyri fiskin er grundarlagið undir útrokningini av tilfeingisgjaldinum.

Nýggja fiskivinnulóggávan hevur elvt til stóran íløguhug í fiskivinnuni. Gongd er aftur sett á skipabygging, sum annars hevur ligið still í nærum 20 ár. Undir hesi samgongu hevur fiskivinnan gjørt íløgur fyri 1,5 mia. Kr. í nýggj fiskiskip. 

Føroyska fiski- og alivinnan rindaðu í 2021 meira enn 500 mio. kr. í tilfeingis- og tøkugjøldum, sum er størsta upphædd, sum vinnan nakrantíð hevur goldið landskassanum í eitt ár. Í 2022 verður roknað við, at bara alivinnan fer at rinda meir enn 600 mio. kr. í landskassan.

Samgongan hevur samtykt nýggjar reglur á pensiónsøkinum, sum hava givið pensionistum 1.250 kr. meira í netto um mánaðin at liva fyri. Hesar veitingar verða nú eisini prístalsviðgjørdar á hvørjum ári. Á lærlingaøkinum eru skattareglurnar nú broyttar soleiðis, at lærlingar hava fingið ein munandi skattalætta.
Sitandi samgonga hevur gjørt risa íløgur í samferðslukervið, m.a. tunlar Norður um fjall og tunnil til Fámjins.

Samgongan hevur samtykt ein nýggjan bústaðarpakka, sum gevur Bústøðum útvið 500 mio. kr at byggja nýggjar bústaðir fyri. Samgongan hevur eisini sett gongd á bygging av bústøðum til fólk við serligum tørvi. 

Um ársskiftið 2019/2020 fekk føroyska samfelagið eina risa avbjóðing orsakað av Korona- farsóttini, sum legði stórt trýst á búskapin og harvið eisini á fíggjarlógina. Hóast truplar umstøður eydnaðist landsstýrinum at fáa avlop á fíggjarlógini fyri 2021 við 160 mio. kr.

Samgongan hevur eisini avgreitt málið um ein eftirlitsradara á Sornfelli, og seinastu tíðina hava verið stórar avbjóðingar orsakað av krígnum í Ukraina. Samgongan væntar at fáa avtalu í lag við EU um betri marknaðaratgongd og eisini eina nýggja fiskivinnuavtalu. 

Hóast sitandi samgonga hevur havt risa avbjóðingar, sum eru komnar uttan úr heimi, hevur hon megnað av avgreitt hópin av stórmálum. Fíggjarliga úrslitið hjá landskassanum væntast eisini í ár at geva avlop á fíggjarlógini.

Í mars 2022 boðaði Jørgen Niclasen frá, at hann tók ikki við afturvali sum formaður flokksins. Undan landsfundinum í mars 2022 valdi flokksleiðslan Christian F. Andreasen til nýggjan floksleiðara.

Fólkafloksformenn.

  • 1940 - 1946

    Jóannes Patursson

  • 1946 - 1951

    Thorstein Petersen

  • 1951 - 1980

    Hákun Djurhuus

  • 1980 - 1993

    Jógvan Sundstein

  • 1993 - 2007

    Anfinn Kallsberg

  • 2007 - 2022

    Jørgen Niclasen

  • 2022 - 2022

    Christian Andreasen

  • 2022 -

    Beinir Johannesen