Fólkaflokkurin

Nú ganga tit fríum vinnulívi ov nær.

Útgivið 03.05.24
|
Skrivað av Fólkaflokkurin

Lógaruppskotið hjá meirilutanum í Vinnunevndini víðkar um heimildarnar hjá Kappingareftirlitinum at fremja sítt endamál. Lættari verður at gera marknaðarkanningar, sum kunnu almannakunngerast.

Kappingareftirlitið kann útfrá slíkari kanning gera avtalur við vinnugreinar ella fyritøkur um leiðreglur um vinning. Men afturat fær Kappingareftirlitið heimild at geva lógbindandi boð um m.a. vinning, um semja ikki fæst.

Hetta elvir til, at almenni myndugleikin fær heimild at áseta hvønn vinning, vinnan skal kunna fáa. Hetta meta vit verður gingið fríum vinnulívi rættiliga nær. Sami almennni mynduleiki situr báðumegin borið, kannar og dømur.

Vit halda, at rættarskipanin skal taka støðu til hesa avgerð, um neyðugt er við boðum. Minnilutin (Jørgen Niclasen og Árni Skaale) mæla tí til at broyta uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag