Verkætlanin um at gera KT-undirstøðukervið er ikki boðið út alment. Fíggjarmálaráðið hevur frammanundan valt tveir veitarar, sum eftir ætlan skal gera verkætlanina, sum er mett at kosta áleið 150 mió. kr.
Hendan kappingaravlagandi mannagongdin verður ikki bara góðtikin í Fíggjarmálaráðnum. Meirilutin í Fíggjarnevndini í Løgtinginum góðtekur eisini, at verkætlanin ikki verður boðin út alment.
Ein óvirðilig mannagongd, sum kann kosta skattgjaldarunum nógv meira enn neyðugt.
Minnilutin í Fíggjarnevndini – sum Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, er partur av – mælir frá at samtykkja tað.
Eitt er, at hesin leistur er skilaleysur. Eitt annað er, at hann er sera óvirðiligur fyri skattgjaldaran. Politiska skipanin eigur altíð at leggja seg eftir at fáa sum mest og best burtur úr skattgjaldarans pengum.