Búmerkið hjá felagnum
01. mar. 2024

Árni spyr, spyr og spyr....

Í grein á In.fo spyr Óli Jacobsen, hví Árni Skaale spyr sum hann ger. Tað er eisini týðiligt, at Óli metir hetta vera spill av orku hjá starvsfólkunum í fiskimálaráðnum, sum skulu brúka tíð uppá at svara hesum spurningunum.

Í grein á In.fo spyr Óli Jacobsen, hví Árni Skaale spyr sum hann ger. Tað er eisini týðiligt, at Óli metir hetta vera spill av orku hjá starvsfólkunum í fiskimálaráðnum, sum skulu brúka tíð uppá at svara hesum spurningunum. Eg vil fortelja Óla og øllum øðrum um, hví eg spyrji, spyrji og spyrji.

Tað er púra rætt, at tað kostar orku at svara spurningum frá einum løgtingslimi. Kostnaðurin stendur tó ikki í mát við, hvussu týdningarmikið tað er at fáa innlit og hollari vitan, tá vit viðgera eitt mál.

Tí avgerðir skulu takast á upplýstum grundarlagi. Um mínir spurningar eru við til at geva meira innlit, tá vit viðgera eitt mál, er nógv vunnið.

Føroya banki
Vit hava sum er bara eitt ára serskipanir fyri Føroya banka. Tað merkir, at landsstýrismaðurin á økinum, sjálvsagt saman við síni umsiting, skal gera eina nýggja skipan á hvørjum ári.
Nær hendan skipanin kann gerast endalig og meira permanent er ilt at meta.

Hvør skipanin er tann rætta, er ein góður spurningur. Vit, sum eru fólkavald skulu í øllum førum ávirka og viðvirka, at hendan skipanin verður so góð og skynsom fyri okkum sum gjørligt. Júst av hesi orsøk er neyðugt, at vit fáa upplýsingar um, hvussu tað, sum vit hava roynt í verkið, hevur hilnast.

Tí havi eg sett landsstýrismanninum hendan spurningin, Óli.