Fólkaflokkurin

Birgir harmast - uppskotið um at lækka kommunuskattin fall

Útgivið 11.28.24
|
Skrivað av Rebekka

Tað eydnaðist akkurát ikki Birgiri Nielsen og Fólkaflokkinum at lækka kommunuskattin á býráðsfundinum í kvøld. Tvær atkvøður manglaðu fyri at uppskotið skuldi blivið samtykt. Birgir Nielsen harmast, tí hann heldur, at hetta hevði verið ein byrjan til at lætt um hjá borgarum í kommununi, sum eru hart raktir av prísvøkstri og høgum rentum.

Talan var um eitt uppskot um at lækka kommunuskattin við 0,25%. Tað vil siga úr 19% til 18,75%.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt uppskot verður lagt fram. Birgir Nielsen legði nakað sama uppskot fram í 2022 – tá við lækking á 0,5%. Verandi samgonga vildi heldur ikki samtykkja uppskotið.

- Fleiri uppliva ovurhondsstóran prísvøkstur á eitt nú matvørur og rentum síðstu árini. Tí haldi eg, at tað er alneyðugt, at vit sum býráðslimir gera ítøkilig tiltøk, sum lætta um hjá okkara borgarum, sigur Birgir Nielsen.

Mett varð at hesin lættin, sum eg skeyt upp í kvøld, kostaði umleið 14,5 mió. í 2025, sum kundi fíggjast av verandi rakstri í 2025.

- Vit í Tórshavnar Býráð mugu verða nógv betri til at virða skattainntøkurnar frá okkara borgarum og vinnufeløgum, sum fíggja rakstrarútreiðslur og íløgurnar í Tórshavnar kommunu.

Birgir Nielsen vísir á, at skattalækking á 0,25% hevði verið ein byrjan til at lækka skattin meira komandi árini. Hann harmast tískil um, at tað ikki eydnaðist.

- Eg haldi, at borgararnir í Tórshavnar Kommunu hava uppiborið betri, og tí harmist eg nógv um, at uppskotið fall.
Tey, sum atkvøddu fyri uppskotinum, vóru Fólkaflokkurin, Kommunulistin og Sambandsflokkurin. Tjóðveldi og partar av Javnaðarflokkurin vóru ímóti. Framsókn og partur av Javnaðarflokkinum atkvøddu blankt.


Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð
Birgir Nielsen

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag