×

Tekna teg sum lim í Fólkaflokkinum

Tá ið tú teknar sum lim í Fólkaflokkinum, játtar til at vit kunnu goyma tínar upplýsingar, so vit kunnu koma í samband við eg. Tú kanst altíð siga játtanina frá tær. Les meira um okkara treytir







    Tíðindi

    |

    22. November 2023

    Hanus Samró

    Skrivari til Fólkaflokkin

    Fólkaflokkurin sóknast eftir skrivara til tingbólkin at starvast á einum spennandi og mennandi arbeiðsplássi. Saman við okkum er uppgávan at flyta flokkin fram og vera við til at skapa tað politiska landslagið.

    Arbeiðið inniber at vera við í dagliga virki floksins, ið fevnir um samskipan, ráðgeving og samskifti innanhýsis og úteftir gjøgnum siðbundnar og sosialar miðlar.

    Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

    • Samskipa tað dagliga arbeiðið
    • Ráðgeva tingbólkinum í tí politiska arbeiðinum
    • Framleiða tilfar til allar miðlar og pallar floksins

    Vit vænta av tær, at tú:

    • Ert ágrýtin
    • Ert álítandi
    • Ert sjálvstøðug/ur
    • Ert fleksibul
    • Hevur innlit í politikk og samfelagsviðurskiftir
    • Hevur góð evni at samskifta á føroyskum – bæði í skrift og talu

    Starvsstaðurin er í Løgtinginum, og væntast kann, at uppgávur og arbeiðstíðir eru fjølbroyttar, har arbeiðið til tíðir fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Løn verður ásett eftir reglugerð Løgtingsins eftir avtalu.

    Umsókn við øllum viðkomandi skjølum – herundir lívsrensl, starvsroyndir og útbúgving – skulu sendast á folkaflokkurin@logting.fo í seinasta lagi týsdagin 5. desember 2023. Viðkomandi útbúgving og starvsroyndir eru ein fyrimunur.

    Ynskir tú at vita meira um starvið, so ert tú vælkomin at venda tær til Beinir Johannesen, floksformann, á tlf.274125 ella á beinirj@logting.fo.

    Facebook

    Tekna teg til tíðindabræv frá Fólkaflokkinum

    Tá ið tú teknar teg til tíðindabræv frá Fólkaflokkinum, játtar til at vit kunnu goyma tínar upplýsingar, so vit kunnu koma í samband við eg. Tú kanst altíð siga játtanina frá tær. Les meira um okkara treytir