Tryggleika aftur í vinnuna.
Samgongan hevur ikki nakra loysn við veiðiloyvunum. Hetta skapar ótryggleika, tí vinnan fær ikki lagt sítt virksemi til rættis. Tí hava vit í Fólkaflokkinum lagt uppskot fram um at leingja gildistíðina.
Tað er neyðugt, at fiskivinnan hevur støðugar og greiðar karmar at virka undir.
Verandi landsstýri hevur ikki valt at leingja veiðiloyvini, síðan tað tók við. Tey hava tosað um ymsar ætlanir, men enn er onki framt.
So leingi ongin onnur loysn við veiðiloyvum er, so eiga tey at verða longd, so vinnan veit, hvat hon hevur at arbeiða við, og fær lagt sítt virksemi til rættis. Vit sóu hvat hendi, tá loyvini blivu uppsøgd, og man ikki kom við aðrari loysn beinanvegin. Allar nýíløgur blivu steðgaðar - tað má ikki henda aftur.
Tí velur Fólkaflokkurin at halda fast í 12 ára loyvir, ið undanfarna samgonga setti í verk.
Les meira um uppskotið her.