Valskrá
Góði veljari
Nú er løgtingsval, har vit skulu avgera, hvørja kós vit skulu seta fyri Føroyar næstu árini.
Men so er spurningurin – hvør veit best, hvør tín tørvur er? Hvussu tín gerandisdagur verður innrættaður? Hvussu tín fyritøka skal rekast?
Eru tað politikkarnir og embætisverkið? Ella er tað tú sjálvur? Okkara svar er púra greitt – tað er tú, ið veit best. Tí vilja vit geva valdið aftur til fólkið.
Valdið yvir, hvussu nógv av tínum pengum, tú kanst ráða yvir.
Valdið yvir, hvussu tín familja skipar seg.
Valdið yvir, hvussu tín framtíð sær út.
Fólkaflokkurin er fólksins flokkur. Vit vita, hvørja kós vit skulu seta. Borgarligan politikk, ið leggur dent á frælsar borgarar, frælsa vinnu og frælst land. Tí Fólkaflokkurin er einasta veðhaldið fyri borgarligum politikki.
Men hetta kemur ikki av sær sjálvum, og tí er neyðugt við einum sterkum Fólkaflokki á løgtingi eftir komandi val.
Gott val, og vel Fólkaflokkin!
Beinir Johannesen
floksformaður
-
Familjan er kjarnin í samfelagnum. Hon er grundvøllurin undir einum sterkum samfelagi. Tí skal samfelagið vera familjuvinaligari á øllum økjum, og familjan fáa størri frælsi á sínari tíð og sínum pengum.
Okkara endamál
- Vit skulu hækka barnafrádráttin og gera hann stigvísan.
- Vit skulu hava frælsa barnaansing, har peningurin fylgir barninum.
- Foreldur skulu hava frælsi at skipa barnsburðarfarloyvi, sum tey sjálv vilja.
- Barsilsskipanin skal gerast smidligari.
- Hámarkið á barsilsútgjaldinum skal hækkast upp í 40.000 kr.
- Skattafríur barnakekkur upp á 20.000 kr. skal veitast úr barsilsskipanini, tá ein fær eitt barn.
- Barnastudningur til lesandi skal hækkast.
-
Vit skulu betra um møguleikan hjá okkara borgarum at fáa sítt egna heim. Møguleikarnir hjá ungum at sleppa á bústaðarmarknaðin skulu somuleiðis betrast. Útboðið av bústøðum má økjast, og hesum skulu vit skapa fortreytir fyri.
Okkara endamál
- Vit skulu skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknaði.
- Bústaðarbygging skal hava afturbering fyri MVG, heldur enn rentustuðul.
- Til fyrsta bústað skal partur av eftirlønaruppsparing kunna brúkast sum eginfígging.
- Tey, sum keypa bústað fyri fyrstu ferð, skulu sleppa undan tinglýsingargjaldi.
- Avskrivingarreglur fyri leiguíbúðir mugu tillagast.
- Bygningskunngerðin skal endurskoðast til føroysk viðurskifti.
- Viðgerð av matrikkulering og byggisamtyktum skal avgreiðast skjótari.
- Kommunur skulu kunna rinda part av byggibúning fyri borgaran, og samstundis skulu útstykkingar vera MVG-fríar.
-
Okkara hugsjón er, at fólk skulu hava so stórt frælsi á egnum pengum sum gjørligt. Vit hava sæð nógvar avgjaldshækkingar, og hesum vilja vit steðga og heldur geva fólki meir av sínum egnu pengum.
Okkara endamál
- Avgjaldssteðgur skal setast í verk.
- Skattaskipanin skal javnast samsvarandi prís- og lønarvøkstrinum, so skattatrýstið ikki hækkar.
- Kommunur skulu fáa heimild at hækka botnfrádráttin.
- Tað skal loysa seg at búgva í Føroyum – eisini um ein arbeiðir uttanlands.
- Tað skal verða lættari at gera íløgur sum privatpersónur.
-
Vøkstur er vegurin til vælferð. Vinnur skulu geva avkast og vera kappingarførar á altjóða marknaðinum. Tað almenna skal tryggja karmarnar og virka sum grundarlag fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri, bæði fyri smærri og størri vinnurekandi.
Okkara endamál
- Smærri fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi skulu hava færri fíggjarligar byrðar, so vøksturin ikki verður avmarkaður.
- Sjálvstøðug vinnurekandi skulu verða betri stillað viðvíkjandi almennum skipanum, m.a. barsils- og dagpeningaskipanini.
- Kringvarpsgjald skal avtakast fyri smærri fyritøkur.
- Vit skulu reka burðardyggan landbúnaðarpolitikk, sum samstundis tryggjar vinnuligt gagn av tilfeinginum.
- Vit skulu hava greiðari ferðavinnupolitikk, sum er fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt burðardyggur.
- Broytingar skulu gerast í lóggávuni um burðardygga ferðavinnu, ið gera karmarnar greiðari, herundir skulu ognar- og ræðisrætturin virðast. Føroyingar skulu framhaldandi hava rætt at ferðast í høgunum.
- Føroyar skulu gerast maritimur depil í Norðatlants-havinum, til frama fyri tænastuveitarar okkara.
- Vit skulu seta veruliga ferð á gass- og oljuvinnu í Føroyum.
-
Tað er einki at ivast í, at ein vælvirkandi ali- og fiskivinna er besta trygdin fyri avkasti til alt samfelagið. Okkara høvuðsvinnur skulu hava góðar og støðugar karmar at virka undir, ið eru bæði umhvørvisliga og búskaparliga burðardyggir.
Okkara endamál
- Vit skulu framhaldandi tryggja okkara rættvísa part av felags fiskastovnum – í fleirtjóða og altjóða høpi.
- Fiskivinnan skal aftur hava tryggar og varandi karmar.
- Fiskiloyvini skulu hava 12 ára uppsagnartíð.
- Hóskandi skattur og gjøld skulu vera á vinnuni.
- Alt tilfeingið í føroyskum sjóøki skal gagnnýtast, og størri dentur skal leggjast á virðisøking, gransking og menning í fiskivinnuni.
- Ferð skal setast á royndirnar eftir ótroyttum fiskatilfeingi, eitt nú reyðæti.
- Taka burtur forðingar fyri tøkniligari menning, so fleiri veiðihættir kunnu brúkast, eitt nú trol.
- Alivinnan skal hava tryggar og varandi karmar.
- Vinningurin í alivinnuni skal skattast.
- Vit skulu menna karmar fyri fleiri fjølbroyttum møguleikum innan fyri aling og styrkja gransking og útbúgving á økinum.
-
Tilflytarar í Føroyum eru við til at lyfta okkara samfelag, og tey halda okkara samfelagshjólum koyrandi. Men vit mugu eisini vera á varðhaldi og tálma tilflyting, tí vit eru eitt lítið og viðbrekið samfelag og hava eina mentan at verja. Tí skulu vit seta krøv.
Okkara endamál
- Vit skulu seta strangari krøv til tey, ið koma til Føroya umvegis arbeiðsloyvi.
- Fleiri ár skulu ganga, áðrenn tað ber til at fáa familju til Føroya.
- Rein revsiváttan skal krevjast frá útlendskari arbeiðsmegi.
- Útlendsk og føroysk arbeiðsmegi skulu javnsetast.
- Undirvísing á føroyskum máli og um føroyska mentan til tilflytarar skal styrkjast.
- Útlendingar skulu sleppa at brúka sínar førleikar.
- Vit skulu hava lóg um trúarsamfeløg, ið staðfestir, at føroysk lóggáva, fólkaræði og virðir verða vird, og sum regulerar útlendskari fígging.
-
Fyri at tryggja framtíðina vilja vit, at almenni búskapurin kemur aftur á beint. Tí mugu vit fáa javnvág á aftur, har inntøkurnar vaksa skjótari enn útreiðslurnar. Vit skulu fyrst og fremst raðfesta pengarnar til okkara kjarnuvælferð, so teir gagna fólkinum á gólvinum heldur enn óneyðugari umsiting.
Okkara endamál
- Vit skulu hava eina kós, sum tryggjar okkum vøkstur og sjálvberandi búskap.
- Umsiting av almenna rakstrinum skal vera skynsamari og effektivari.
- Bygnaðarbroytingar skulu geva betri tænastu fyri færri pengar.
- Vit fara at bjóða almennar tænastuveitingar út til privat at reka.
- Vit skulu hava nýggjar mannagongdir fyri almennar íløgur, so vit kunnu sleppa undan fleiri byggigølum.
- Langtíðarløguætlan skal setast í verk.
- Fíggjarpolitiskt regluverk skal tálma almenna útreiðsluvøkstrinum.
- Reglurnar um alment útboð skulu gerast greiðari, so meir fæst fyri hvørja skattakrónu.
- Føroysk lóggáva skal lagast til føroysk viðurskifti.
-
Vit skulu verja og fjálga um náttúruna, so at komandi ættarlið eisini fær gleði av okkara landi. Vit skulu blíva meira sjálvbjargin á orkuøkinum, og tí má meir ferð setast á framleiðslu av grønari orku.
Okkara endamál
- Føroyar skulu gerast fyrimynd við grønum loysnum – hettar bæði við at gera íløgur í menning og gransking av varandi orkukeldum.
- Elveitingarlógin skal broytast, so privat fáa betri møguleika at framleiða grøna orku.
- Varandi orkukeldur skulu troytast.
-
Heilsuverkið skal raðfestast hægri. Vit skulu hava eitt samvirkið heilsuverk við teimum bestu veitingunum og við tryggleika fyri allar landsins borgarar. Skjót útgreining av sjúklinginum er avgerandi.
Okkara endamál
- Øll trý sjúkrahús skulu styrkjast – og samstarvið millum tey.
- Vit skulu skapa tryggleika um okkara heilsuverk, har samsvar er millum politisku ynskini og játtanina.
- Hagtølini av virkseminum á sjúkrahúsinum skulu verða betri, so at vit fáa meira burtur úr játtaða peninginum.
- Bíðilistar skulu styttast, og bíðitíðir skulu almannakunngerast.
- Dentur skal leggjast á tann fyribyrgjandi og heilsufremjandi partin.
- Endurvenjingin skal styrkjast, og ymisku geirarnir skulu samskifta betur.
- Umstøðurnar hjá teimum, sum verða send til Danmarkar til sjúkraviðgerð, skulu bøtast.
- Heldur enn sjúkraváttanir skulu vit hava møguleikaváttanir, ið lýsa, hvat ein sjúklingur er førur fyri, heldur enn bara, hvat hann ikki er førur fyri.
-
Trivnaður er ein fortreyt fyri einum sunnum og vælvirkandi samfelag. Tí skal trivnaður á ymsum mótum raðfestast frammarlaga. Serliga hjá okkara børnum og ungum. Ein fortreyt fyri hesum eru góðir og sunnir felagsskapir, og tí skulu vit styrkja og stuðla teimum.
Harafturat skulu vit hava eitt gott og vælvirkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á tí – veri tað seg fyribils ella varandi hjálp. Men endamálið er samstundis, at hvør einstakur skal gerast so sjálvbjargin sum gjørligt.
Okkara endamál
- Sálarheilsa skal raðfestast frammarlaga.
- Barnapsykiatriin skal uppraðfestast, so bíðilistar til útgreining verða styttir.
- Avbjóðingarnar á rúsevnisøkinum eru stórar og víðfevndar, og tað er alneyðugt at tær verða settar ovast á breddan.
- Brúk og aldursmark á sosialu miðlum fyri børn og ung skal viðgerast.
- Vit skulu framhaldandi byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi.
- Vit skulu útbúgva fleiri fólk til røktarstørvini.
- Bústovnar skulu leggjast í størri eindir, ið harvið geva skynsamari rakstur.
- Arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá teimum við skerdum førleikum skulu bøtast.
- Tey, ið bera brek, eiga at fáa størri møguleika at liva, taka útbúgving og virka javnbjóðis við onnur.
- Viðurskifti hjá rørslutarnaðum og familjum teirra skulu raðfestast
-
Tað eru tey eldru, sum hava bygt hetta landið. Tí er tað okkara skylda at tryggja teimum eitt gott og virkið lív á eldri árum.
Okkara endamál
- Tað skal altíð loysa seg at arbeiða – eisini um mann hevur hug at arbeiða, tá ið mann er farin um pensjónsaldur.
- Markið fyri nær mótrokning í fólkapensjón byrjar, skal hækkast munandi.
- Vit skulu fjøltátta bústaðarmøguleikarnar hjá teimum eldru.
-
Ein rík mentan – tað er besta amboðið til at stimbra tilvitið um føroyska samleikan. Ein frílyntur mentanarpolitikkur skal loysa upp fyri teimum skapandi kreftunum hjá fólki. Tað ræður um at styrkja hugin, gávurnar og møguleikan fyri at útinna mentanarligt virksemi.
Okkara endamál
- Fíggjarligur stuðul til mentan skal latast eftir grundregluni um hjálp til sjálvhjálp.
- Vit sum sjálvstøðugt fólk skulu hava kunnleika um okkara livandi søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap.
- Vit skulu stuðla uppundir, at føroyska málið verður á øllum pallum í tøkniligu menningini.
- Kringvarpið skal bjóða út munandi størri part av framleiðsluni.
-
Virðismiklasta tilfeingið í Føroyum eru vit sjálvi – vit, sum búgva her. Ungdómurin er okkara framtíð, og tí mugu tey hava góðar møguleikar at útbúgva seg. Góðar umstøður til útbúgving, lærupláss, virkni og frælsi er okkara mál fyri ungdómin.
Okkara endamál
- Kreativu og handaligu lærugreinarnar í fólkaskúlanum skulu styrkjast.
- Fólkaskúlin skal framvegis byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan.
- Vit skulu betra karmarnar hjá fólkaskúlanum til frama fyri trivnaðin hjá bæði lærarum og næmingum.
- Landsroyndirnar skulu viðgerast og møguliga avtakast.
- Vitlíki fyllir støðugt meiri og skal raðfestast – bæði sum avbjóðing og møguleiki.
- Sernámsfrøðiliga økið skal endurskoðast og betrast, og sertilboð skulu raðfestast.
- Møguleikar hjá privat- og eftirskúlum skulu vera góðir.
- Miðnáms- og framhaldsútbúgvingar skulu lagast til føroyska vinnu- og tænastutørvin, og handverkaraútbúgvingarnar skulu uppraðfestast í samráð við vinnuna.
- Skúlaskeið hjá lærlingum skulu í mest møguligan mun takast í Føroyum.
- Vit skulu menna Fróðskaparsetrið og aðrar hægri útbúgvingar – við atliti at arbeiðsmøguleikum í Føroyum og at menna vinnuna, t.d. útbúgvingar í sølu, framleiðslu og í tí maritima.
- Fróðskaparsetrið skal verða altjóða góðkent.
- Komandi lestrarumhvørvi skulu fevna um lestraríbúðir.
- Tað skal altíð loysa seg at arbeiða – eisini um mann hevur hug at arbeiða, tá ið mann er lesandi.
- Markið fyri nær mótrokning í lestrarstuðli byrjar, skal hækkast munandi.
-
Einstaklingar, ítróttafeløg, skótar og onnur ítrívsfeløg gera dag og dagliga eitt megnar arbeiði fyri at menna okkara børn og ungdóm bæði sálarliga, moralskt og kropsliga. Fólkaflokkurin viðurkennir hetta týðandi arbeiðið og fer í mest møguligan mun at stuðla teimum.
Okkara endamál
- Vit stuðla sjálvbodnum virksemi á øllum økjum, tí sjálvboðið arbeiði lyftir, har tað almenna ikki orkar.
- Landsliðsarbeiðið í teimum ymisku ítróttagreinunum skal stuðlast.
- Úrvalsítróttur skal stuðlast.
- Streingjast skal á at fáa limaskap í olympisku nevndini.
-
Okkara land má skipast efitr egnum viðurskiftum. Eitt gott undirstøðukervi er fortreyt fyri kappingarføri og møguleikunum hjá tí einstaka.
Okkara endamál
- Vit skulu framhaldandi útbyggja samferðslukervið.
- Vit mugu finna eina varandi loysn á viðlíkahald av vegakervinum.
- Strandferðsluflotin skal endurnýggjast, so at útoyggjar fáa eitt dagført ferðasamband.
-
Í Føroyum skulu føroyingar ráða. Endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar. Vit skulu hava lóggávuvald á øllum økjum, og úteftir skulu vit telja við sum land javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum, ið tjóðarsemjan leggur upp til.
Okkara endamál
- Vit skulu samráða við Danmark um frælsan felagsskap millum londini.
- Føroyskur búskapur skal stýrast við fastari hond, tí politiskt sjálvræði kann einans røkkast við búskaparligum sjálvbjargni.
- Vit skulu hava eina greiða og miðvísa ætlan fyri yvirtøkur av málsøkjum.
-
Okkara ríkidømi í sjónum og okkara strategiska plasering hevur altíð verið áhugaverd, sæð í eygunum á stórveldunum kring okkum. Tí hevur altjóða politikkur nógv at siga fyri Fólkaflokkin.
Okkara endamál
- Okkara egni uttanríkispolitikkur skal rekast við fullari ábyrgd.
- Føroyar skulu vera partur av NATO og vesturheiminum.
- Vit siga nei til ES-limaskap og ja til samstarv.
- Vit skulu styrkja arbeiðið at fáa fríhandilsavtalur við onnur lond, og styrkja um útflutningsmøguleikar.
- Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í WTO.