Fólkaflokkurin
Leita:  

Leiđin til vřkstur og vćlferđ    

Hugsjónir
Valskrá

Valskrá Fólkafloksins 2011
Vitan, vilji og vćlferđ skapa varandi vřkstur

Leiðin til vøkstur og vælferð


At geva gylt lyfti til hetta løgtingsvalið er at bera blak fyri eyguni á veljaranum. Vit vilja ikki villleiða, men leiða við ábyrgd.
 
Valskrá okkara leggur dent á at skapa fortreytir fyri vøkstri. Tað skal loysa seg at arbeiða, og tí má skatturin niður. Vinnan skal stimbrast, so hon kann skapa vøkstur. Okkara høvuðsvinna skal hava umstøður til at fáa meira burtur úr okkara tilfeingi, so at virðisøkingin liggur her á landi  og harvið skapar fleiri arbeiðspláss. Almenna húsarhaldið skal rationaliserast so skynsamt, sum til ber, so at vit fáa meira fyri minni. Einans soleiðis kunnu vit náa málinum um yvirskot á fíggjarlógini í 2016. Fólkaflokkurin vil tryggja, at vit røkka hesum máli.


Í 15 punktum vísir valskráin greitt, hvat vit standa fyri, og hvat vit halda, politikkur skal snúgva seg um: At skapa eitt trygt, fjøltáttað og búskaparliga burðardygt samfelag. Góðan lesihug.

Skattur og avgjøld
Framtíðin er borgarlig. Fyritreytin fyri einum góðum samfelagi er búskaparvøkstur. Tí má tað loysa seg betur at arbeiða, og vit skulu eggja til vaksandi vinnulív.
• Vit vilja fremja ein skatta- og avgjaldsreform, sum lækkar skattin, tá arbeitt verður meira.  Ágrýtni skal lønast og ikki revsast.
• Vit vilja virka fyri flat-skatt skipan við hækkandi botnfrádrátti, og eingin inntøka skal  skattast við meira enn 40%.
• Vit vilja seta skattasteðg og avgjaldssteðg á vinnulív.
• Vit vilja, at øll hjúnabandsrevsing verður tikin úr skatta- og almannalógum.
• Vit vilja samráðast við grannalondini um nýggjan dupultskattasáttmála, har skatturin frá okkara fólki kemur í okkara kassa.
• Vit vilja rudda upp í tí órímiliga partinum av skattingini av útisiglarum og øðrum, sum arbeiða uttanlands. 
• Vit vilja stuðla umvæling og bygging av egnum bústaði - á sama hátt sum t.d. Finland og Svøríki hava gjørt við góðum úrsliti.
• Vit vilja, at lesandi skulu kunna arbeiða uttan at missa lestrarstuðul.


Vinnan
Vøkstur er einasti vegur til vælferð. Tí er neyðugt at virka fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slagi geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest ovarlaga. Uppgávan hjá tí almenna verður at tryggja karmarnar, ið eru støðugt grundarlag fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri.
• Vit vilja innføra skatta- og avgjaldssteðg á vinnu og borgarar.
• Vit vilja tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi og á tann hátt kemur flest møguligum til góðar.
• Vit vilja, at allir borgarar skulu hava somu rættindi undir lógini at taka lut í vinnuligum virksemi.
• Vit vilja tryggja fría kapping, sum skal menna vinnuna og gera landið bíligari og betri at liva í.
• Vil vilja tryggja føroyskum fyritøkum betri atgongd til almenn arbeiði.
• Vit vilja avtaka allar almennar einkarættir.
• Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar út til vinnumarknaðin at reka.
• Vit vilja einskilja almennar vinnufyritøkur.
• Vit vilja, at íverksetarar skulu føla seg heima, og eigur íverksetan at vera partur av undirvísingini í bæði fólka- og miðnámsskúlum.
• Vit vilja betra atgongd til váðafúsan kapital hjá íverksetarum, t.d. gjøgnum grunnar hjá landinum.
• Vit vilja, at alivinnan framhaldandi skal skipa seg sjálv, so bestu búskaparúrslit kunnu spyrjast burturúr.
• Vit vilja økja almenna leiklutin í at marknaðarføra okkum sum ferðavinnuland.
• Vit vilja, at tað almenna gongur á odda at brúka og harvið menna føroyska KT-vinnu
• Vit vilja, at umstøðurnar hjá landbúnaðarvinnuni skal javnsetast við umstøðurnar hjá øðrum vinnum.
• Vil vilja vilja tryggja, at festikontoskipanin mennir landbúnaðin.


Fiskivinnan
Sunn høvuðsvinna er besta trygd fyri avkasti til alt samfelagið. Umráðandi er, at vinnan hvílir í sær sjálvari, er leys av almennum stuðli og virkar uttan politiska íblanding. Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast á vinnuligum grundarlagi við skynsomum heildaratliti.
• Vit vilja í fleirtjóða og altjóða høpi halda fram at tryggja okkara rættvísa part av felags fiskastovnum.
• Vit vilja tryggja føroyskari fiskivinnu og arbeiðsmegi atgongd til veruliga at virðisøkja tilfeingið.
• Vit vilja fremja ein fiskivinnureform, sum ger vinnuna frælsari og tryggari í varandi kørmum.
• Vit vilja varðveita fiskidagaskipanina, har brúksskylda skal fylgja við brúksrætti.
• Vit vilja tryggja, at fiskiloyvini verða knýtt at skipunum í longri áramál til tess at betra fíggingarmøguleikarnar
• Vit vilja savna frøði og vinnu fyri at stilla veiðitrýstið og harvið staðfesta okkum sum burðardygga fiskivinnutjóð.
• Vit vilja, at tað almenna og vinnan samvirka til at optimera góðskuna á fiski.
• Vit vilja fremja útbúgving, menning og gransking innan fiskivinnu fyri at økja úrtøkuna við somu veiðinøgd.
• Vit vilja endurskoða bólkabýtið, so vit fáa ein effektivari flota.
• Vit vilja fáa lýst týdningin av stongdum leiðum v.m. í stovnsrøktarhøpi.
• Vit vilja gera eina smidligari skipan fyri útróðrarflotan, bólk 5.

Almenna húsarhaldið
Vit skulu vera fíggjarliga sjálvbjargin. Vit mugu ikki brúka meira, enn vit forvinna. Vit skulu ikki  skatta okkum til javnvág, men vaksa okkum til yvirskot. Eins og heimini, skal almenna húsarhaldið klára seg við tí, tað hevur.
• Vit vilja halda fast við, at yvirskot skal vera á fíggjarlógini í 2016.
• Vit vilja seta í verk útreiðslusteðg í almennu útreiðslunum.
• Vit vilja seta í verk rationaliseringsreform, har tað almenna verður tillagað á sama hátt  sum tað privata.
• Vit vilja leggja langtíðarætlanir fyri almenna raksturin og eggja til nýhugsan, so almenni raksturin verður rationellari.
• Vit vilja leggja smáar almennar stovnar saman til færri og rationellari eindir.
• Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar út til vinnuna at reka.
• Vit vilja einskilja almennar vinnufyritøkur, niðurrinda skuld og minka rentubyrðuna hjá landinum.
• Vit vilja laga lóggávu til  føroysk viðurskifti, heldur enn at brúka lóggávur, sum eru snikkaðar til størri samfeløg enn okkara. Hetta vil, í sjálvum sær, føra til sparingar
• Vit vilja endurskoða játtanarskipanina, so at ovurnýtslan verður steðgað, uttan at stovnar, sum hava avlop, verða revsaðir.


Trivnaður
Dentur verður lagdur á eitt gott og væl virkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, sum hava tørv á fyribils ella varandi hjálp. Hjálpin skal lagast til tørvin hjá tí einstaka, og málið er,  at hvør einstakur skal gerast so sjálvhjálpin sum møguligt.
• Vit vilja hava eina einfaldari og betri forsorgarlóggávu, sum er gjørd til føroysk viðurskift, og sum er løtt at skilja og umsita.
• Vit vilja bøta um korini hjá børnum og foreldrum, sum fyribils ella varandi hava tørv á barnaforsorg.
• Vit vilja bøta um korini hjá stakum uppihaldarum við m.a. bíligari bústaðar- og lestrarmøguleikum.
• Vit vilja, í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, gera skipanir, sum geva arbeiðsleysum borgarum møguleikar fyri skjótt at koma aftur í arbeiði.
• Vit vilja, at familjur, ið ættleiða, fáa fakliga vegleiðing ta fyrstu tíðina, soleiðis at barnið saman við familjuni fær best hugsandi byrjan.
• Vit vilja herða revsiásetingarnar fyri siðamisbrot, mannahandil og rúsevnasmugling.
• Vit vilja virka miðvíst fyri at betra arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá borgarum við skerdum førleika.
• Vit vilja, at almennir stovnar skulu seta starvsfólk við skerdum førleika.


Heilsa
Vit leggja dent á eitt samanhangandi heilsuverk við hágóðsku veitingum og við tryggleika fyri allar landsins borgarar. Sjúklingurin skal vera í miðdeplinum.
Ein avgerandi fyritreyt fyri at veita heilsutænastur á hægsta stigi er at skapa allarbestu karmar til heilsufakligu starvsfólkini. Tað skal gerast við at stuðla upp undir mennandi fakligt umhvørvi, herundir at leggja dent á eftirútbúgving og heilsutøkniligar útbúgvingar.
• Vit vilja menna eina tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð við tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, allar aðrar partar av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands.
• Vit vilja virka fyri at stytta bíðilistarnar
• Vit vilja hava meira gjøgnumskygni og greiðar mannagongdir, sum skulu vera almennar, greiðar og lættar at skilja.
• Vit vilja leggja dent á sjúklingatrygdina og sjúklinganøgdsemi við skipaðum kanningar- og eftirmetingarhættum.
• Vit vilja, at psykiatriska viðgerðin í Føroyum skal stimbrast og mennast gjøgnum samanhangandi sjúklingaviðgerð í tøttum samstarvi millum almannaverkið og heilsuverkið.
• Vit vilja styrkja um tann fyribyrgjandi partin við at leggja dent á fólkaheilsutiltøk og kunning.
• Vit vilja styrkja uppafturvenjingina.
• Vit vilja menna heilsugransking í Føroyum - til gagns fyri sjúklingar og til menning av eitt nú ílegugransking sum vinnugrein, við umfatandi altjóða áhuga og samstarvi.
• Vit vilja gera samstarvsavtalur um sjúkraviðgerðir og starvsfólkamenning við  sjúkrahús í øðrum londum.
• Vit vilja virka fyri, at krabbameinsætlanin stigvíst verður sett í verk.
• Vit vilja broyta sjúkraváttanirnar soleiðis, at tær eisini lýsa, hvat sjúklingurin hevur førleika til at gera, heldur enn bara at lýsa, hvat hann ikki kann.
• Vit vilja, at almennir stovnar eisini skulu seta starvsfólk við skerdum førleika.


Familjan
Familjan er kjarnin í samfelagnum. Vil halda, at tryggar familjur eru grundvøllurin undir einum sterkum samfelagi. Tí er neyðugt, at samfelagið verður meira familjuvinarligt. Fleiri valmøguleikar og avgerðarættir skulu latast familjunum.
• Vit vilja, at lóggávan skal verja og fjálga um familjuna.
• Vit vilja, at øll hjúnabandsrevsing verður tikin úr skatta- og almannalógum.
• Vit vilja, at foreldur skulu sleppa at velja, um børnini skulu ansast heima ella á stovni, soleiðis at ansingarkostnaðurin fylgir barninum heldur enn stovninum.
• Vit vilja leggja dent á at fáa betri javnvág millum arbeiðslív og familjulív fyri at økja um trivnaðin hjá løntakarum bæði í arbeiði og heima.
• Vit vilja skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknaði
• Vit vilja orða eina familjulóg, sum er lagað til føroysk viðurskifti, og sum eisini tekur hædd fyri broyttum familjumynstrum og støkum uppihaldarum
• Vit vilja seta í gildi nútíðar byggilóggávu, sum er lagað til føroysk viðurskifti.


Skúli og útbúgving
Fólkið í landinum er virðismesta tilfeingið, og tí er sera umráðandi, at øll hava góðar møguleikar at fáa útbúgving.
• Vit vilja, at útbúgvingin í fólkaskúlanum skal byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan.
• Vil vilja betra umstøðurnar hjá privatskúlum og eftirskúla.
• Vit vilja, at kunnleikastøðið hjá næmingum og frálæran hjá lærarum framhaldandi verður eftirmett við landsroyndum og støðuroyndum.
• Vit vilja, at miðnáms- og framhaldsútbúgvingar verða lagaðar til tann føroyska vinnu- og tænastutørvin – samstundis sum tær verða góðkendar uttanlands.
• Vit vilja, at miðnámsútbúgvingarnar skulu verða meira fjølbroyttar, og at næmingar eftir evnum og áhuga skulu kunna seta sína egnu miðnámsútbúgving saman.
• Vit vilja fremja og menna fjarlestur, har Fróðskaparsetrið ella privat universitet gera avtalur við lærdar háskúlar uttanlands um hægri útbúgvingar.


Ungdómurin
Ungdómurin er okkara framtíð. Góðar umstøður fyri útbúgvingum, læruplássum, virkni og frælsi er okkara mál fyri ungdómin.
• Vit vilja, at miðnámsútbúgvingarnar skulu vera meira fjølbroyttar, soleiðis at næmingar eftir evnum og áhuga kunnu seta egnar útbúgvingar saman.
• Vit vilja, at allir miðnámsnæmingar skulu hava lestrarstuðul.
• Vit vilja, at í komandi lestrarumhvørvum skulu vera búeindir, har lesandi kunnu búgva fyri sámiligan prís.
• Vit vilja, at útleiging skal vera skattafrí, so tað gerst bíligari hjá ungum at leiga.
• Vit vilja, at bústaðarmøguleikar, barnaansing, upplivingar og trivnaður  í Føroyum skulu vera eins góð og í okkara grannalondum.
• Vit vilja einskilja almennar fyritøkur og útlisitiera alment virksemi, sum førir við sær dynamikk og broytingar, ið kunnu draga okkara ungfólk aftur á klettarnar við teirra vitan.


Mentan
Ríkt mentanarvirksemi er besta amboð til at stimbra tilvitið um føroyskan samleika. Málið fyri einum frílyntum mentanarpolitikki er at loysa upp fyri teimum skapandi kreftunum hjá fólki. Tað ræður um at styrkja hugin, gávurnar og møguleikan fyri at útinna mentanarligt virksemi.
• Vit vilja, at fíggjarligur stuðul til mentan eigur at verða latin eftir grundregluni um hjálp til sjálvhjálp.
• Vit vilja, at vit sum sjálvstøðugt fólk hava kunnleika til okkara livandi søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap.
• Vit vilja stuðla tí sermerkta sum tí fólksliga í gerandisdegnum hjá tí einstaka og hjá tjóðini.
• Vit vilja stuðla yrkislist, fólkamentan, virksemi í kvøldskúlum, kirkjum og samkomum og frítíðarfelagsskapum.


Ítróttur og frítíð
Fólkaflokkurin viðurkennir og vil í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum einstaklingar, ítróttafeløg, skótar og onnur ítrivsfeløg gera fyri at menna okkara børn og ungdóm sálarliga, moralskt og kropsliga.
• Vit vilja stuðla sjálvbodnum virksemi á øllum økjum. Sjálvboðið arbeiði lyftir, har tað almenna als ikki orkar.
• Vit vilja framhaldandi stuðla felagsskapum, sum gera ungdómsarbeiði, ítróttarsambondum, skótum, leiðarum og venjarum, so tað verður lættari at útinna hetta risa sjálvkravda arbeiði.
• Vit vilja halda fast við lógina um mvg-frítøku av bygging av ítróttar-, mentanar- og samkomuhúsum
• Vit vilja, at skúlin skal vera við til at eggja øllum børnum og ungum at menna ítróttarandan og styrkja gávur teirra, sum skara framúr, soleiðis at tey sleppa at royna seg á leikvøllum.
• Vit vilja stuðla úrvalsítrótti í altjóða kappingum.


Eldri
Okkara eldru hava skapt okkum samfelagið. Vit kenna tað sum okkara skyldu at tryggja teimum eitt gott og virkið lív á eldri árum.
• Vit vilja seta nýggju pensjónsskipanina í gildi
• Vit vilja taka burtur hjúnabandsrevsing í pensjóns- og almannalóggávu
• Vit vilja breiðka bústaðarmøguleikarnar hjá teimum eldru
• Vit vilja gjøgnum Húsalánsgrunnin endurskipa bjálvingarstuðulin.
• Vit vilja, at tey eldru hava størri avgerðarrætt yvir egnum umstøðum
• Vit vilja taka burtur revsingina, eldri fáa, um tey hava eina arbeiðsinntøku.
• Vit vilja stuðla upp undir fjølbroytni í  fyribyrgjandi tænastum til eldri við at betra um heimahjálp, mattænastur, dagtilhald, venjingarmøguleikar og vitjunartænastur.


Innlendis
Okkara land má skipast eftir egnum viðurskiftum. Gott undirstøðukervi er fortreyt fyri kappingarføri og møguleikunum hjá tí einstaka. Farast má væl um umhvørvið, og landið skal skipast í sterkari eindir.
• Vit vilja, at varandi orkukeldur – vatn, vindur, alda, streymur, sól o.s.fr. – skulu gerast so stórur partur av orkuframleiðsluni, sum til ber.
• Vit vilja miða ímóti, at útlátið av veðurlagsgassum verður skert við í minsta lagi 20% í tíðarskeiðnum 2010-2020 í mun til 2005.
• Vit vilja skapa karmar, sum tryggja útjaðaranum møguleika fyri vinnuligum bata og tryggja støðið undir bygdarlívinum.
• Vit vilja, at flutningsmøguleikarnir eru góðir, bæði fyri einstaklingar og vinnu.
• Vit vilja framhaldandi útbyggja samferðsukervið.
• Vit vilja, at allir eftirlitsstovnar hjá landinum verða lagdir undir sama ráð, og samanleggingar verða framdar, har rationaliseringsmøguleikar eru.
• Vit vilja flyta uppgávur frá landinum til kommunur at umsita. Fólkaskúlin og eldraøkið eru tey fyrstu.


Arbeiði
Arbeiðsmarknaðurin skal vera vælvirkandi, mennandi, tryggur og rúmligur. Lætt skal vera at bjóða seg fram, eins og lætt skal vera at fáa fatur á skikkaðari arbeiðsmegi.
• Vit vilja, at førleikamenning skal vera sjálvsagdur partur av virkistíðini hjá einstaklingum og leiðslum, tí arbeiðsmarknaðurin er lívslong læra.
• Vit vilja tryggja føroyskari fiski- og arbeiðsmegi atgongd til veruliga at virðisøkja tilfeingið.
• Vit vilja, at tað almenna ger fleiri íløgur í lakari tíðum.
• Vit vilja lata stuðul til umvæling og bygging av egnum bústaði, ein stuðul svarandi til partvísan skattafrádrátt – á sama hátt sum t.d. Finland og Svøríki hava gjørt við góðum úrsliti. 
• Vit vilja geva tollendurgjald fyri framleiðsu av triðjalandsfiski.
• Vit vilja, at øll, ið verða arbeiðsleys í longri tíð, skulu fáa arbeiðstilboð – um neyðugt í almennari tænastu. 

Sjálvræði
Fólkaflokkurin er ein borgarligur tjóðskaparflokkur og hevur sum stavnhald, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Vit skulu valda, har vit gjalda. Vit skulu hava tamarhald á føroyska búskapinum, tí politiskt sjálvræði kann einans røkkast við búskarligum sjálvbjargni.
• Vit vilja virka fyri eini breiðari politiskari semju um, at Føroyar verða fíggjarliga sjálvbjargnar. Tað skal gerast eftir greiðum leisti, har partur av búskaparvøkstri skal brúkast til sjálvbjargni.
• Vit vilja taka fulla ábyrgd av øllum málsøkjum – politiskt, fíggjarliga og umsitingarliga.
• Vit vilja gera breiða politiska semju um, at tey síðstu 15 málsøkini skulu yvirtakast eftir greiðari tíðarætlan.
• Vit vilja hava samráðingar við danir um frælsan felagsskap millum Føroyar og Danmark, ein felagsskap millum 2 ríki, har samráðingarúrslitið skal leggjast til fólkaatkvøðu.
• Vit vilja gera arbeiðið liðugt við nýggjari stjórnarskipan.
• Vit vilja, at vit skulu reka okkara egna uttanríkispolitikk við fullari ábyrgd
• Vit vilja, at landsstýrið skal fara undir samráðingar við ES um tættari samstarv á økjum, har tað verður mett at tæna landsins áhugamálum best, t.d. tollsamgongu.
• Vit vilja, at Føroyar skulu fáa fasta eygleiðarastøðu í ST, sum skal vera ein byrjan til fullan limaskap.
• Vit vilja, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í WTO.
• Vit vilja styrkja sambandið við NATO, til Føroyar verða sjálvstøðugur limur.

Skattur og avgjøld
Framtíðin er borgarlig. Fyritreytin fyri einum góðum samfelagi er búskaparvøkstur. Tí má tað loysa seg betur at arbeiða, og vit skulu eggja til vaksandi vinnulív.
• Vit vilja fremja ein skatta- og avgjaldsreform, sum lækkar skattin, tá arbeitt verður meira.  Ágrýtni skal lønast og ikki revsast.
• Vit vilja virka fyri flat-skatt skipan við hækkandi botnfrádrátti, og eingin inntøka skal  skattast við meira enn 40%.
• Vit vilja seta skattasteðg og avgjaldssteðg á vinnulív.
• Vit vilja, at øll hjúnabandsrevsing verður tikin úr skatta- og almannalógum.
• Vit vilja samráðast við grannalondini um nýggjan dupultskattasáttmála, har skatturin frá okkara fólki kemur í okkara kassa.
• Vit vilja rudda upp í tí órímiliga partinum av skattingini av útisiglarum og øðrum, sum arbeiða uttanlands. 
• Vit vilja stuðla umvæling og bygging av egnum bústaði - á sama hátt sum t.d. Finland og Svøríki hava gjørt við góðum úrsliti.
• Vit vilja, at lesandi skulu kunna arbeiða uttan at missa lestrarstuðul. 

Les alla valskránna her  .

Vinnan
Vøkstur er einasti vegur til vælferð. Tí er neyðugt at virka fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slagi geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest ovarlaga. Uppgávan hjá tí almenna verður at tryggja karmarnar, ið eru støðugt grundarlag fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri.
• Vit vilja innføra skatta- og avgjaldssteðg á vinnu og borgarar.
• Vit vilja tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi og á tann hátt kemur flest møguligum til góðar.
• Vit vilja, at allir borgarar skulu hava somu rættindi undir lógini at taka lut í vinnuligum virksemi.
• Vit vilja tryggja fría kapping, sum skal menna vinnuna og gera landið bíligari og betri at liva í.
• Vil vilja tryggja føroyskum fyritøkum betri atgongd til almenn arbeiði.
• Vit vilja avtaka allar almennar einkarættir.
• Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar út til vinnumarknaðin at reka.
• Vit vilja einskilja almennar vinnufyritøkur.
• Vit vilja, at íverksetarar skulu føla seg heima, og eigur íverksetan at vera partur av undirvísingini í bæði fólka- og miðnámsskúlum.
• Vit vilja betra atgongd til váðafúsan kapital hjá íverksetarum, t.d. gjøgnum grunnar hjá landinum.
• Vit vilja, at alivinnan framhaldandi skal skipa seg sjálv, so bestu búskaparúrslit kunnu spyrjast burturúr.
• Vit vilja økja almenna leiklutin í at marknaðarføra okkum sum ferðavinnuland.
• Vit vilja, at tað almenna gongur á odda at brúka og harvið menna føroyska KT-vinnu
• Vit vilja, at umstøðurnar hjá landbúnaðarvinnuni skal javnsetast við umstøðurnar hjá øðrum vinnum.
• Vil vilja vilja tryggja, at festikontoskipanin mennir landbúnaðin.


Fiskivinnan
Sunn høvuðsvinna er besta trygd fyri avkasti til alt samfelagið. Umráðandi er, at vinnan hvílir í sær sjálvari, er leys av almennum stuðli og virkar uttan politiska íblanding. Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast á vinnuligum grundarlagi við skynsomum heildaratliti.
• Vit vilja í fleirtjóða og altjóða høpi halda fram at tryggja okkara rættvísa part av felags fiskastovnum.
• Vit vilja tryggja føroyskari fiskivinnu og arbeiðsmegi atgongd til veruliga at virðisøkja tilfeingið.
• Vit vilja fremja ein fiskivinnureform, sum ger vinnuna frælsari og tryggari í varandi kørmum.
• Vit vilja varðveita fiskidagaskipanina, har brúksskylda skal fylgja við brúksrætti.
• Vit vilja tryggja, at fiskiloyvini verða knýtt at skipunum í longri áramál til tess at betra fíggingarmøguleikarnar
• Vit vilja savna frøði og vinnu fyri at stilla veiðitrýstið og harvið staðfesta okkum sum burðardygga fiskivinnutjóð.
• Vit vilja, at tað almenna og vinnan samvirka til at optimera góðskuna á fiski.
• Vit vilja fremja útbúgving, menning og gransking innan fiskivinnu fyri at økja úrtøkuna við somu veiðinøgd.
• Vit vilja endurskoða bólkabýtið, so vit fáa ein effektivari flota.
• Vit vilja fáa lýst týdningin av stongdum leiðum v.m. í stovnsrøktarhøpi.
• Vit vilja gera eina smidligari skipan fyri útróðrarflotan, bólk 5.

Les alla valskránna her.

Almenna húsarhaldið
Vit skulu vera fíggjarliga sjálvbjargin. Vit mugu ikki brúka meira, enn vit forvinna. Vit skulu ikki  skatta okkum til javnvág, men vaksa okkum til yvirskot. Eins og heimini, skal almenna húsarhaldið klára seg við tí, tað hevur.
• Vit vilja halda fast við, at yvirskot skal vera á fíggjarlógini í 2016.
• Vit vilja seta í verk útreiðslusteðg í almennu útreiðslunum.
• Vit vilja seta í verk rationaliseringsreform, har tað almenna verður tillagað á sama hátt  sum tað privata.
• Vit vilja leggja langtíðarætlanir fyri almenna raksturin og eggja til nýhugsan, so almenni raksturin verður rationellari.
• Vit vilja leggja smáar almennar stovnar saman til færri og rationellari eindir.
• Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar út til vinnuna at reka.
• Vit vilja einskilja almennar vinnufyritøkur, niðurrinda skuld og minka rentubyrðuna hjá landinum.
• Vit vilja laga lóggávu til  føroysk viðurskifti, heldur enn at brúka lóggávur, sum eru snikkaðar til størri samfeløg enn okkara. Hetta vil, í sjálvum sær, føra til sparingar
• Vit vilja endurskoða játtanarskipanina, so at ovurnýtslan verður steðgað, uttan at stovnar, sum hava avlop, verða revsaðir. 

Les alla valskránna her.

Flatskattur: Ongin skal gjalda meira enn 40% í skatti
Tað skal loysa seg hjá øllum føroyingum at arbeiða. Verandi skattaskipan hevur við sær, at tað nærum er líkamikið, um tú arbeiðir hart og nógv, ella lítið og einki. 

Hon forðar arbeiðshugi og framdrift, men stuðlar avspáking, stuttum arbeiðsdøgum og niðursettari arbeiðstíð. Skattainntøkur landsins minka av hesum, og vøksturin verður køvdur. 

Langtíðarmálið hjá Fólkaflokkinum er flatskattur til allar føroyingar. Við hesum skapa vit dynamikk, vøkstur og virkishug á arbeiðsmarknaðinum. Ein slíkur dynamikkur merkir vøkstur í samfelagnum, betri skattainntøkur til landskassan og meira til tín.

Roknistykkið hongur saman.

Pensjónsreformurin fíggjar flatskattin
Pensjónsreformurin hevur verið ávegis leingi, og var fyrr í ár vorðin veruleiki, um ikki Tjóðveldi í tólvta tíma leyp frá 
Í stórum snýr reforminum seg um, at allir føroyingar millum 18 – 67 ár, sum frá líður skulu gjalda í minsta lagi 15% av øllum inntøkum til egnu eftirløn. 

Nógv gjalda longu 15% til eftirløn. Nøkur minni, og onnur meir, meðan tey, ið enn ikki gjalda inn, skulu byrja við 1,5%, og síðan 1,5% meir ár um ár, til tey koma upp á 15%. Hesi eftirlønarinngjøld verða, til væl omanfyri 1 milliard krónur árliga, tá øll rinda 15%. 

Í reforminum var ætlanin, at øll inngjøld skuldu vera við frádrátti í inntøkuni, og síðan skuldu útgjøldini skattast sum A-inntøka. Hetta mælir Fólkaflokkurin til at venda á høvdið, og í staðin at taka skattin samstundis við inngjøldunum, fyri síðan at lata útgjøldini vera skattafrí.

Lat tað vera púra greitt, at hetta ávirkar ikki útgjaldið hjá tí einstaka, sum verður neyvt tað sama, um skatturin verður goldin áðrenn ella aftaná.

Í dag verða um 500 mió kr. goldnar inn til eftirløn. Seta vit skattin á inngjøldunum til 40%, koma 200 mió kr inn í skatti longu fyrsta árið. Hetta verður sum frá líður til meir enn 400 mió kr, tá eftirlønarinngjøldini fara uppum 1 milliard kr.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum, at eingin skal gjalda meir enn 40% í skatti, er grundað á einum botnfrádrátti á kr. 60.000 í landsskattinum, og at landsskatturin skal vera 20%. Hetta gevur 235 mió kr. minni í landskassan í mun til verandi skattastiga.

Sostatt resta ’bert’ kr. 35 mió í, at eins nógv kemur í landskassan fyrsta árið. Um vit einki annað gera, vil alt-fyri-eitt skattingin av eftirlønarinngjøldunum longu tá inngjøldini vera meir enn 600 mió kr, geva landskassanum meira enn tær 235 mió kr. í eyka inntøkum. Eisini kunnu vit velja at innføra skattaumleggingina eitt ár seinni enn pensjónsreformin. Tá kemur einki at resta í.

Fólkaflokkurin svarar við hesum spurninginum, hvussu vit fíggja skattaumleggingina til flatskatt, har eingin verður kravdur meir enn 20% í landsskatti.



Fólkaflokkurin á Facebook Fólkaflokkurin á Youtube Fólkaflokkurin á Picasa Fá tíđindi frá Fólkaflokkinum

HUGSJÓNIR
Stevnuskráin
Lřgtingsvalskráin
Fólkatingsvalskráin

KYKMYNDIR

A-LIĐIĐ
Aibritt á Plógv Albert Ólav Ellefsen Annika Olsen Bjarni Djurholm
Bogi Andreasen Brandur Sandoy Brynhild Setberg Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Eyđstein Ó. Poulsen Hákun Steingrímsson Halla Gullfoss Hanus Samró
Heini Magnussen Jacob Vestergaard Jákup Mikkelsen Jens Kristian Rasmussen
Joen Magnus Rasmussen Jógvan á Lakjuni Jógvan Thomsen Jóhanna Christiansen
Jonna Joensen Jřrgen Niclasen Malan Johansen Niels Petersen
Pauli T. Petersen Petur (á Lava) Olsen Rigmor Rasmussen Rodmundur Nielsen
Rói Matras Absalonsen Símun Gullaksen Súsanna Niclasen Wilhelm Nygaard

TÍĐINDI

Fíggjarmálaráđharrin avgreitt meira enn 30 lógarmál hesa tingsetuna (20-05-2013)

Fíggjarmálaráđharrin vitjar í Norđoyggjum (17-05-2013)

Hanus Samró hartar ES og Damanaki (15-05-2013)

Nei Hergeir, sřgan um “Fountain house” heldur fram (08-05-2013)

Eftirlřnarlógin loksins samtykt (06-05-2013)

MVG-broyting kann nú stimbra vřkstur og útvega fjřlbroyttari bústađir (04-05-2013)

Útbúgvingar og fólkavřkstur (02-05-2013)

- Sanniliga kunnu vit řll gleđast! (22-04-2013)

Helle hermir! (19-04-2013)

Uppvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (20-03-2013)

Tvey fet frá marknagilsdeplinum! (18-03-2013)

Pauli T. Petersen á ting fyri fólkaflokkin (15-03-2013)

Ársađalfundur (12-03-2013)

Eldrapolitikkur, nýggj heim og framtíđar avbjóđingar (10-03-2013)

Viđareiđisvegurin skjótt sřga (09-03-2013)

Nú hćkka skattafríu samsýningarnar til teirra, sum gera sjálvbođiđ arbeiđi í ítróttafelřgum (09-03-2013)

Reinsaríiđ í Tórgřtu verđur spćlistađ (06-03-2013)

Jřrgen Niclasen, landsstýrismann hevur hitt íslendska fíggjarmálaráđharran Katrínu Júlíusdóttir (06-03-2013)

Veita bíligari leigubústađir og stimbra vřkstri í byggivinnuni (02-03-2013)

Havnar Framburđsfelag (27-02-2013)

Tunnil undir Tangafirđi (16-02-2013)

Umlegging av skattaskipan sparir rakstrarútreiđslur hvřrt ár (15-02-2013)

Nýtt Búskaparráđ valt (01-02-2013)

Onki bankavirksemi í oynni (31-01-2013)

SNAR SLÓĐIR




Leita:  
Forsíđan
- Greinar
- Limatekning
- Sig tína hugsan
- Fá tíđindi

A-liđiđ
- Lřgtingsmenn
- Lřgtingsvalevnir
- Fólkatingsvalevnir

Hugsjónir
- Stevnuskráin
- Lřgtingsvalskráin
- Fólkatingsvalskráin
Flokkurin
- Starvsnevndin
- Floksleiđslan
- Bygnađur

Felřgini
- Norđoyar
- Eysturoy
- Norđstreymoy
- Vágar
- Tórshavn
- Sandoy
- Suđuroy
- Huxa

Floksformađur
Jřrgen Niclasen
Telefon 21 21 16
jorgenn@logting.fo

Floksskrivari
Aage Arnoldson
Telefon 555 333
aage.arnoldson@kallnet.fo

Skrivari hjá tingbólkinum
Winnie Andreasen
Telefon 21 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
Fólkaflokshúsiđ
Jónas Broncksgřta 29
100 Tórshavn
Telefon 31 82 10

Floksskrivstovan
Áarvegur 2
100 Tórshavn
Telefon 31 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
© 2011 Fólkaflokkurin