Fólkaflokkurin
Leita:  

Leiðin til vøkstur og vælferð    

Hugsjónir
Stevnuskrá

Stevnuskrá Fólkafloksins
Endurskoðað á landsfundi floksins 6. desember 1986.

I Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) er ein liberalur, sosialur og demokratiskur sjálvstýrisflokkur.

II Tjóðskaparmálið Tjóðskaparliga stavnhald fólkafloksins er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta ber í sær, at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, soleiðis at vit fáa lóggávuvald á øllum økjum og -úteftir telja við sum suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum.

III Demokratiska hugsjónin Fólkaflokkurin vil verja demokratiska stýrislagið í Føroyum og í sínum politiska virki fylgja fólkaræðisligari mannagongd.
Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja ognarrættin og persónliga frælsið. Persónligt frælsi elur ábyrgdarkenslu og ber í sær trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanarfrælsi og vinnufrælsi, bert avmarkað av, at eingin borgari ella bólkur av borgarum má verða hvør øðrum at meini.

IV Landsins fíggjarpolitikkur Støðið undir tí fíggjarorku, landskassin hevur, er tað framleiðsluvirði, tjóðin skapar. Hetta framleiðsluvirði saman við eini uppsparing er støðið undir einum komandi sjálvstøðugum búskapi.
Framleiðslan og hin privata uppsparingin verður stimbrað.
Tað skal loysa seg at spara, soleiðis at eginfíggingin verður størri.
Heildarætlan eigur at verða gjørd fyri fleiri ár í senn, men endurskoðast ár um ár, soleiðis at almenna nýtslan økist lutfalsliga ikki meir enn virðið av framleiðuøkingini í samfelagnum. Samstundis mugu íleggingarnar raðfestast eftir tørvi.
Fólkaflokkurin vil framhaldandi arbeiða fyri at gera skatta- og avgjaldslóggávuna einfalda og skattabyrðuna rættvísari. Skattalágmarkið eigur støðugt at hækka samsvarandi meðalinntøkuvøkstrinum, so at beinleiðis skatturin ikki minkar um arbeiðshugin. Lóggávan skal eggja til arbeiðis- og framleiðsluskapandi fyritakssemi.

Fólkaflokkurin vil virka fyri einum føroyskum lønarlagi, soleiðis at allar lønir verða føroyskar.

V Vinnulívspolitikkur og havbúnaðarpolitikkur Grundstøðið undir fíggjarligum vøkstri er eitt tíðarhóskandi vinnulív við fjølbroyttari og góðskuskapandi framleiðslu og í tí øktum framleiðsluvirði.
Útbúgving, kanning og ráðgeving til vinnulívð verður tað almenna framhaldandi at stuðla.
Fólkaflokkurin metir privata fyritakssemið í einum samfelagi við vinniligum frælsi at vera bestu trygdina fyri øking av framleiðsluvirðinum.

Betri lánimøguleikar til at fíggja íløgur til umleggingar og útbyggingar av vinnulívi landsins mugu skapast, so vinnan verður kappingarfør við útlendskar.

Ein málvísur, og fyri land okkara, hóskandi orkupolitikkur eigur at verða førdur.

Fiskivinnan er høvuðsvinna okkara. Neyðugt er tí at føra ein almennan fiskipolitikk, eisini viðvíkjandi fiskastovnum, sum tryggjar bestu veiðimøguleikar bæði í heimasjógvi og á fjarleiðum.
Vit skulu sjálvir verja okkara fiskimark.

Farmasigling.
Fyritaksemi, ið miðar móti øktari, føroyskari farmasigling á frælsum vinnuligum grundarlagi, skal verða stuðlað.

Í ídnaðarfyritøkum eigur privat fyritaksemi at fáa best møguligar umstøður.

Sum heild verður virkað fyri at stimbra privata íløguhugin í arbeiðsskapandi virkir, soleiðis at almenna luttøkan minkar samsvarandi.

Landbúnaðarlóggávan eigur at vera tíðarhóskandi. Vit verða sjálvbjargnari, og framleiðslumøguleikanir økjast, um lagalig lán verða veitt, og um búnaðarmenn fáa eina skipan, ið veitir trygd fyri, at teir sleppa av við framleiðsluna.

Marknaðarviðurskifti.
Við samráðingum og handilsligum dugnaskapi eiga vit at skapa okkum best møguligt støði á útlendska marknaðinum. Við verandi marknaðarsamgongur eiga vit at fáa best møguligt samarbeiði; men ikki verða politiskt heftir av teimum.

VI Almenn forsorg, sosial- og heilsurøktarmál Fólkaflokkurin vil tryggja teimum, ið ikki eru arbeiðsfør, handliga ella andliga, sømulig kor her á landi.
Brekað eiga sum vaksin at hava rætt til at flyta heimanífrá til eitt heimligt umhvørvi.
Skjót hjálp er dupult hjálp. Tí vil fólkaflokkurin arbeiða fyri, at sosial hjálparveiting, sjúkralønarveiting og veiting frá vanlukkutryggingini verður skipað soleiðis, at hon virkar beinanvegin.
Fólka-, avlamis- og einkjupensión og einkjuhjálp eru sjálvsøgd rættindi hjá landsins íbúgvum, og vil fólkaflokkurin virka fyri, at hesar pensiónir altíð eru tíðarhóskandi og sostatt fáa sín part í inntøkuvøkstri samfelagsins.
Dentur verður lagdur á endurbúgving, undirvising og røkt av teimum brekaðu, sum tørva hesa hjálp. Henda hjálp eigur at vera veitt soleiðis, at ikki verður neyðugt at flyta burtur úr heimligum umhvørvi.
Fólkaflokkurin ásannar, at heimið er best til at uppala børn síni. Í tann mun, neyðugt er, verður tó skilagóð útbygging av barnaansing at fremja.
Eru børn somikið brekað, at tey mugu búgva á serligum heimum, eiga hesi at vera tøk.
Heilsurøktin, bæði hin fyribyrgjandi, hin viðgerðandi og hin eftirgerandi eigur at verða samskipað á besta hátt.
Umsitingin av almennu forsorgini, sosialmálum og heilsurøktarmálum má vera so einføld sum gjørligt.

VII Undirvísingarmál Skúlin skal vera føroyskur.

Skúlin skal tryggja øllum borgarum eina holla útbúgving, ið ikki stendur aftan fyri ta útbúgving, sum tær mest framkomnu tjóðirnar veita, men endamálið má verða ein upplæring til virkan í føroyska samfelagnum. Grundskúlin skal geva eina sovorðna undirvísing, ið gevur næmingunum møguleika fyri náttúrliga at halda fram á yrkisskúlum.

Hollur kunnleiki um vinnuvegir okkara má verða givin.
Onnur útbúgving, ið tørvur er á, verður givin á hægri skúlum.
Fólkaflokkurin vil virka fyri, at henda útbúgving um vinnu okkara mest møguliga verður givin her á landi.

Fyri at gagna undirvísingini mest má samskipan vera skúlanna millum.

VIII Mentanarmál Mentanarskapandi virksemi eigur at fáa best sømulig kor, soleiðis at tey, ið skapa mentanarvirði, hava góðar arbeiðsumstøður. Somuleiðis verður skipað fyri, at fólk eftir áhuga fáa lut í hesum virðum.

Landssjónleikarastovnur verður skipaður sum ein týðandi táttur á mentanarøkinum.

Útvarp og sjónvarp verða framhaldandi útbygd sum hóskandi tíðinda- og mentanarstovnar á føroyskum støði. Samarbeiði millum hesar báðar stovnar eigur at verða fingið í lag og útbygt.

Tað almenna stuðlar, og um neyðugt skipar fyri, at fornminni verða varðveitt. Fornminnissøvn verða bygd.

IX Bústaðar- og trivnarðarpolitikkur Fólkaflokkurin vil fremja ein miðvísan bústaðarpolitikk, tí hann metir tað vera mannarættindi at hava egnan bústað, og vil virka fyri, at møguleikarnir verða betri at ogna sær grundøki og íbúð.

Fólkaflokkurin vil skapa møguleika fyri, at fólk kunnu nýta frítíð sína á besta hátt. Landið og kommunurnar eiga tí at vera uppií at leggja til rættis og fíggja stovnar til tey ungu, tey tilkomnu og tey á eldri árum.

Fólkaflokkurin vil, at samfelagið verjir náttúruna móti dálking og øðrum ágangi og vil styðja altjóða samarbeiði hesum øki.

Ein bygdamenningarpolitikkur, ið veitir smáplássum vinnuligan bata og tryggjar støðið undir bygdalívinum, eigur at verða førdur.
Eftir førimuni eiga vit at stuðla skynsama hjálp til minni framkomin lond og til neyðstødd flóttafólk.

X Samferðslumál Regluliga innanoyggja ferðasambandið eigur at røkka til øll búpláss í landinum. Møguleikarnir fyri innanoyggja flogferðslu verða kannaðir.

Havnaviðurskiftini eru av umráðandi týdningi fyri innan- og uttanlands skipaferðsluna, fiskivinnuna og vinnulívsútbyggingina sum heild. Havnabyggingin eigur tí at halda fram eftir miðvísari og væl undirbygdari ætlan.

Ferðasambandið millum Føroyar og útheimin fær gjølliga viðgerð. Bæði loftvegis og sjóvegis skulu vit sjálvir røkja hetta samband við nútímans flogførum og ferðamannaskipum.
Fólkaflokkurin vil føra ein skynsaman ferðamannapolitikk.
Flogmálið má loysast sum skjótast.

XI Almanna fyrisitingin Almenna fyrisitingin, landsumsitingin og kommunala umsitingin verður at rationalisera mest møguligt, tí vandi er í at yviradministrera og skapa óneyðugar almennar útreiðslur.

Undir galdandi stjórnarskipan virkar fólkaflokkurin fyri, at øll B-mál verða A-mál, at landsstýrið fær umsitingarvald á teimum økjum, har vit partvíst gjalda. Fíggjarliga býtið millum land og kommunu skal endurskoðast.

Tingskipanin verður at endurskoðað.

Løgtingssamtyktin um yvirtøku av undirgrundini verður at fremja.

Størsti vandin fyri mannaættina er kríggj, har atomveldini við sínum vápnum kunnu oyða heimin.

Fólkaflokkurin tekur undir við teimum friðarvarðveitandi tiltøkum, sum kunnu forða fyri slíkari vanlukku, herundir norðuratlantisku verjusamgonguni.


Fólkaflokkurin á Facebook Fólkaflokkurin á Youtube Fólkaflokkurin á Picasa Fá tíðindi frá Fólkaflokkinum

HUGSJÓNIR
Stevnuskráin
Løgtingsvalskráin
Fólkatingsvalskráin

KYKMYNDIR

A-LIÐIÐ
Aibritt á Plógv Albert Ólav Ellefsen Annika Olsen Bjarni Djurholm
Bogi Andreasen Brandur Sandoy Brynhild Setberg Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Eyðstein Ó. Poulsen Hákun Steingrímsson Halla Gullfoss Hanus Samró
Heini Magnussen Jacob Vestergaard Jákup Mikkelsen Jens Kristian Rasmussen
Joen Magnus Rasmussen Jógvan á Lakjuni Jógvan Thomsen Jóhanna Christiansen
Jonna Joensen Jørgen Niclasen Malan Johansen Niels Petersen
Pauli T. Petersen Petur (á Lava) Olsen Rigmor Rasmussen Rodmundur Nielsen
Rói Matras Absalonsen Símun Gullaksen Súsanna Niclasen Wilhelm Nygaard

TÍÐINDI

Tíðindaskriv frá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar Býráð (14-06-2013)

Nýggjur sáttmáli: meira og betri skúli (11-06-2013)

Klaksvíkar sjúkrahús á Rættari kós (11-06-2013)

Fyrispurningur um kappingaravlagandi flutning hjá Strandferðsluni (11-06-2013)

Fólkafloksútferð til Søltuvíkar leygardagin 22. juni 2013 (09-06-2013)

Slóðbrótandi verkætlan (04-06-2013)

Fýra góð ár hjá Klaksvíkar Kommunu (28-05-2013)

Endaligt punktum í flogvallarmálinum (22-05-2013)

Fíggjarmálaráðharrin avgreitt meira enn 30 lógarmál hesa tingsetuna (20-05-2013)

Fíggjarmálaráðharrin vitjar í Norðoyggjum (17-05-2013)

Hanus Samró hartar ES og Damanaki (15-05-2013)

Nei Hergeir, søgan um “Fountain house” heldur fram (08-05-2013)

Eftirlønarlógin loksins samtykt (06-05-2013)

MVG-broyting kann nú stimbra vøkstur og útvega fjølbroyttari bústaðir (04-05-2013)

Útbúgvingar og fólkavøkstur (02-05-2013)

- Sanniliga kunnu vit øll gleðast! (22-04-2013)

Helle hermir! (19-04-2013)

Uppvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (20-03-2013)

Tvey fet frá marknagilsdeplinum! (18-03-2013)

Pauli T. Petersen á ting fyri fólkaflokkin (15-03-2013)

Ársaðalfundur (12-03-2013)

Eldrapolitikkur, nýggj heim og framtíðar avbjóðingar (10-03-2013)

Viðareiðisvegurin skjótt søga (09-03-2013)

Nú hækka skattafríu samsýningarnar til teirra, sum gera sjálvboðið arbeiði í ítróttafeløgum (09-03-2013)

SNAR SLÓÐIR




Leita:  
Forsíðan
- Greinar
- Limatekning
- Sig tína hugsan
- Fá tíðindi

A-liðið
- Løgtingsmenn
- Løgtingsvalevnir
- Fólkatingsvalevnir

Hugsjónir
- Stevnuskráin
- Løgtingsvalskráin
- Fólkatingsvalskráin
Flokkurin
- Starvsnevndin
- Floksleiðslan
- Bygnaður

Feløgini
- Norðoyar
- Eysturoy
- Norðstreymoy
- Vágar
- Tórshavn
- Sandoy
- Suðuroy
- Huxa

Floksformaður
Jørgen Niclasen
Telefon 21 21 16
jorgenn@logting.fo

Floksskrivari
Aage Arnoldson
Telefon 555 333
aage.arnoldson@kallnet.fo

Skrivari hjá tingbólkinum
Winnie Andreasen
Telefon 21 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
Fólkaflokshúsið
Jónas Broncksgøta 29
100 Tórshavn
Telefon 31 82 10

Floksskrivstovan
Áarvegur 2
100 Tórshavn
Telefon 31 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
© 2011 Fólkaflokkurin