Fólkaflokkurin
Leita:  

Leiðin til vøkstur og vælferð    

Tíðindi og politikkur
Politikkur


Hanus Samró, Løgtingsmaður
Kom víðari, Gunvør!
Gunvør Balle er ikki nógv frægari enn Høgni Hoydal, tá kjakið snýr seg um útbúgvingar. Sambært nýggju tingkvinnuni hjá Tjóðveldi er orsøkin til øktu játtanina til hægri útbúgvingar í Føroyum átta mánaða gamla CHE-samgongan, sum fór í spønir av einum lyklarholi!

Eg, eg, eg!


Tað er ein ótrúlig trongd, sum Gunvør Balle og Tjóðveldi hava, tá tað kemur til at taka heiðurin fyri útbúgvingar í Føroyum. Greinin "Tá íløgan gevur 50% avkast" var ikki ætlað sum sjálvprofilering ella marknaðarføring av ABDH samgonguni, tí eg endurgav bara øktu játtanina, sum Setrið hevur fingið seinastu árini. Síðani vísti eg samsvarið millum øktu játtanina og øktu næmingatølini.


"Hetta er støðug og jalig framgongd, tí hon vísir, at politiska skipanin, sum umboðar allar flokkar á tingi, hevur í ávísan mun raðfest útbúgvingar í Føroyum."


Gunvør Balle verður tískil noydd at ásanna, at Tjóðveldi av sínum eintingum ikki megnar at økja nakra játtan, tí flokkurin verður noyddur at fáa stuðul frá øðrum. Hóast úrslitini hjá Tjóðveldi hava verið góð, hava tey ongantíð havt fleiri enn átta tingfólk í løgtinginum. Harumframt hevur flokkurin ikki verið í samgongu meir enn nakrar fáar mánaðir síðani 2004.


Fólkaflokkurin hevur harafturímóti verið í samgongu í áratíggjur, so tá ið Gunvør Balle kemur við ábreiðslum um, at undirritaði er í skeiva flokki, verður tað sæð sum sjálvrannsakan og neyðarróp, tí landið verður stjórnað av flokkunum í samgongu.


Har hevur Tjóðveldi ikki verið í mong ár!


Tískil loyvi eg mær at siga, at hvørki Gunvør Balle ella Tjóðveldi eiga einsamøll heiðurin fyri øktu játtanina, men allir flokkar á tingi hava sín leiklut í, at játtanin til Setrið er økt.


Óerlig


Undirritaði verður harafturat skýrdur fyri at vera óerligur, men spurningurin er, um Gunvør Balle ikki skal taka í egnan barm fyrst.


Tingkvinnan endurgevur meg fyri at siga, at politkkurin hjá núverandi samgongu er "skynsamasta útbyggingin." Hatta passar ikki, tí eg segði í greinini "skynsamasta loysnin".


Tað er stórur munur á orðunum, tí eg mæli í núverandi støðu ikki til at útbyggja Setrið, men harafturímóti nýta tíð og orku uppá nýggju útbúgvingarnar, sum byrjaðu í 2010.


Trupulleikin er ikki játtanin, tí Setrið hevur ongantíð tikið so nógvar næmingar inn sum í ár, men harafturímóti er stóri trupulleikin, at nógvir næmingar á Setrinum gevast, tí útbúgvingin ikki er nóg búgvin.


Serliga eru tað yngru floksfelagarnir, sum fara aðrastaðnis at lesa.


Hetta hevur einki við játtanina ella CHE samgonguna at gera, men harafturímóti hevur tað nakað við heildarpakkan hjá Setrinum at gera.


Orsøkirnar skal eg ikki koma til her, tí tær verða viðgjørdar í greinarøðini.


Hanus Samró, tingmaður fyri fólkaflokkin



Fólkaflokkurin á Facebook Fólkaflokkurin á Youtube Fólkaflokkurin á Picasa Fá tíðindi frá Fólkaflokkinum

KYKMYNDIR

A-LIÐIÐ
Aibritt á Plógv Albert Ólav Ellefsen Annika Olsen Bjarni Djurholm
Bogi Andreasen Brandur Sandoy Brynhild Setberg Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Eyðstein Ó. Poulsen Hákun Steingrímsson Halla Gullfoss Hanus Samró
Heini Magnussen Jacob Vestergaard Jákup Mikkelsen Jens Kristian Rasmussen
Joen Magnus Rasmussen Jógvan á Lakjuni Jógvan Thomsen Jóhanna Christiansen
Jonna Joensen Jørgen Niclasen Malan Johansen Niels Petersen
Pauli T. Petersen Petur (á Lava) Olsen Rigmor Rasmussen Rodmundur Nielsen
Rói Matras Absalonsen Símun Gullaksen Súsanna Niclasen Wilhelm Nygaard

TÍÐINDI

Fíggjarmálaráðharrin vitjar í Norðoyggjum (17-05-2013)

Hanus Samró hartar ES og Damanaki (15-05-2013)

Nei Hergeir, søgan um “Fountain house” heldur fram (08-05-2013)

Eftirlønarlógin loksins samtykt (06-05-2013)

MVG-broyting kann nú stimbra vøkstur og útvega fjølbroyttari bústaðir (04-05-2013)

Útbúgvingar og fólkavøkstur (02-05-2013)

- Sanniliga kunnu vit øll gleðast! (22-04-2013)

Helle hermir! (19-04-2013)

Uppvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (20-03-2013)

Tvey fet frá marknagilsdeplinum! (18-03-2013)

Pauli T. Petersen á ting fyri fólkaflokkin (15-03-2013)

Ársaðalfundur (12-03-2013)

Eldrapolitikkur, nýggj heim og framtíðar avbjóðingar (10-03-2013)

Viðareiðisvegurin skjótt søga (09-03-2013)

Nú hækka skattafríu samsýningarnar til teirra, sum gera sjálvboðið arbeiði í ítróttafeløgum (09-03-2013)

Reinsaríið í Tórgøtu verður spælistað (06-03-2013)

Jørgen Niclasen, landsstýrismann hevur hitt íslendska fíggjarmálaráðharran Katrínu Júlíusdóttir (06-03-2013)

Veita bíligari leigubústaðir og stimbra vøkstri í byggivinnuni (02-03-2013)

Havnar Framburðsfelag (27-02-2013)

Tunnil undir Tangafirði (16-02-2013)

Umlegging av skattaskipan sparir rakstrarútreiðslur hvørt ár (15-02-2013)

Nýtt Búskaparráð valt (01-02-2013)

Onki bankavirksemi í oynni (31-01-2013)

Ja "egingirndarormurin" skal steðgast! (30-01-2013)

SNAR SLÓÐIR




Leita:  
Forsíðan
- Greinar
- Limatekning
- Sig tína hugsan
- Fá tíðindi

A-liðið
- Løgtingsmenn
- Løgtingsvalevnir
- Fólkatingsvalevnir

Hugsjónir
- Stevnuskráin
- Løgtingsvalskráin
- Fólkatingsvalskráin
Flokkurin
- Starvsnevndin
- Floksleiðslan
- Bygnaður

Feløgini
- Norðoyar
- Eysturoy
- Norðstreymoy
- Vágar
- Tórshavn
- Sandoy
- Suðuroy
- Huxa

Floksformaður
Jørgen Niclasen
Telefon 21 21 16
jorgenn@logting.fo

Floksskrivari
Aage Arnoldson
Telefon 555 333
aage.arnoldson@kallnet.fo

Skrivari hjá tingbólkinum
Winnie Andreasen
Telefon 21 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
Fólkaflokshúsið
Jónas Broncksgøta 29
100 Tórshavn
Telefon 31 82 10

Floksskrivstovan
Áarvegur 2
100 Tórshavn
Telefon 31 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
© 2011 Fólkaflokkurin