Vágaportalurin hevur spurt fíggjarmálaráðharran, Jørgen Niclasen, um hesar útsøgnir frá vinnufólki síggjast aftur í búskapinum.
- Ja, hyggja vit at fyrstu 6 mánaðunum í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør, síggja vit vøkstur í samfelagnum. Frá at vit í 3 ár á rað hava havt niðurgongd í lønarútgjaldinum fyrra hálvár, eru lønargjaldingar í ár nógv vaksnar. Sær út sum gongdin er vend, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Hann vísir á, at meira er útgoldið í lønum í ár enn sama tíðarskeið í fjør og eisini er arbeiðsloysi minkað. Fleiri føroyingar hava fingið meira í løn. Samstundis hava bæði kommunur og land fingið hægri inntøkur fyrra hálvár í ár, í mun til sama tíðarskeið í fjør.
- Serliga er vøksturin í lønarútgjaldingum í fiskivinnuni. Eisini síggja vit vøkstur í tænastuvinnuni, innan handil og umvæling, skipasmiður og annan ídnað. Í byggivinnuni eru lønirnar tær somu, men her er truplleikin, at landið mest sum ikki er komið í gongd við sítt byggivirksemi í ár. Vit síggja eisini at almennu lønirnar standa í stað. So okkara land er í einum sunnum vøkstri, sigur Jørgen Niclasen.
Vit spyrja landsstýrismannin um tað er flatskatturin, sum er farin at virka.
- Tað eru uttan iva fleiri meiningar um tað, men eg kann staðfesta, at í mun til áðrenn, so hava vit fingið flatskatt og vit hava fingið vøkstur í flest øllum vinnugreinum, sigur fíggjarmálaráðharrin, sum vónar at gongdin heldur fram.
Hann leggur afturat, at við flatskattinum sleppa 9000 føroyingar heilt undan at rinda landsskatt og at 14.500 fólk veruliga hava merkt skattabroytingina.
- Endamálið var, at tað skal loysa seg at arbeiða og at skapa og higartil hava vit sæð góð úrslit, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri við Vágaportalin.