Fólkaflokkurin
Leita:  

Leiðin til vøkstur og vælferð    

Tíðindi og politikkur
Politikkur


Bjarni Djurholm, Løgtingsmaður
Fyrispurningur viðvíkjandi stjórasetanini í Vinnuháskúlanum
Skrivligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum viðvíkjandi stjórasetanini í Vinnuháskúlanum.

Skrivligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum viðvíkjandi stjórasetanini í Vinnuháskúlanum.


1. Hava landsstýrismaðurin/MMR verið nøgd við avrikini hjá stjóranum farnu 8 árini?


2. Hevur stjórin í síni setanartíð avrikað leiðslusetningarnar, sum landsstýrismaðurin/MMR hava stungið í kortið?


3. Hevur stjórin í síni setanartíð hildið játtanirnar, sum Vinnuháskúlin hevur fingið tillutað frá Løgtinginum, og hava landsstýrismaðurin/MMR verið nøgd við avrikini?


4. Hevur stjórin í síni setanartíð megnað at menna maritimu útbúgvingarnar soleiðis, at tær lúka allar treytir, sum vinnan og tey lesandi seta, og sum eru í fullum samljóði við væntanirnar hjá landsstýrismanninum/MMR?


5. Hevur stjórin farnu árini megnað at varpa jaligt ljós á maritimu útbúgvingarnar og Vinnuháskúlan soleiðis, at næmingatilgongdin m.a. av hesi orsøk er meira enn tvífaldað, og hava landsstýrismaðurin/MMR verið nøgd við jaligu gongdina?


6. Var verandi stjóri innstillaður sum nummar eitt í tilmælinum frá setanarbólkinum, sum landsstýrismaðurin fekk handað í juni?


7. Var landsstýrismaðurin nøgdur við innstillingina, ella kallaði landsstýrismaðurin setanarbólkin til fundar í juli at umrøða innstillingina til stjórastarvið í Vinnuháskúlanum. Um so var, hvørja støðu hevði setanarbólkurin til framdu innstillingina?


8. Hevði landsstýrismaðurin nakrar relatiónir til stjórastarvið og /ella Vinnuháskúlan, sum orsakaðu úrslitið av setanini og/ella at setanin varð toygd meira enn vanligt?


9. Tá umsøkjari til stjórastarv í almennum stovni hevur verið í starvinum í 8 ár, er tað ikki at rokna sum uppsøgn og ónøgd við viðkomandi persón, tá viðkomandi ikki verður settur aftur í starvið? Vísandi til fyrru spurningar, hvussu grundgevur landsstýrismaðurin so fyri sínari avgerð?


Viðmerkingar:
Farnu 8 árini hava maritimu útbúgvingarnar verið mentar og støðugt tillagaðar til krøvini, sum vinnan setir. Staðfest er, at útbúgvingarnar lúka allar treytir, eru í frábera góðum samljóði við væntanirnar hjá teimum lesandi og vinnuni og eisini í øllum lutum verða mettar at geva fullan altjóða førleika.


Í hesum tíðarskeiði hevur Vinnuháskúlin verið stjórnaður av stjóra, sum hevur fylgt ásetingunum, tillagingum og játtanum, sum Mentamálaráðið hevur sett út í kortið. Arbeiði, sum hevur kravt hepna hond, visiónir og framskygni í gerandisdegnum, har nógvar tillagingar eru framdar, sum eisini hava orsakað truplar avgerðir, eisini á starvsfólkaøkinum.


Stjórin, sum hevur hægstu nautisku útbúgving, drúgvar leiðsluroyndir í vinnuni, hevur námsfrøðiligt innleiðsluprógv, undirvísingarroyndir, hevur luttikið í ótali í viðkomandi leiðsluskeiðum og sum farnu árini í samstarvi við sín arbeiðsgevara, Mentamálaráðið, í næstum fer at lúka Masterútbúgving í leiðslu (MBA), var millum umsøkjararnar til stjórastarvið, nú tað var lýst leyst í vár.


Vísandi til arbeiðsførleikan hjá stjóranum farnu árini, avrikini, førleikarnar at taka truplar avgerðir og menningina av Vinnuháskúlanum á sama tíðarbili, saman við jaliga samstarvinum við Mentamálaráðið, var væntandi, at landsstýrismaðurin fór at seta verandi stjóra í starvið. Men so varð ikki, hóast at landsstýrismaðurin fekk innstilling frá setanarbólki, sum í juni 2012 innstillaði verandi stjóra sum nummar 1.


Samanumtikið hevur verandi stjóri lúkað allar ásetingarnar í stjórastarvinum, sum honum vóru álagdar eins og Vinnuháskúlin hevur ment seg nógv farnu árini. Annað, sum eisini hevur stóran týdning er, at Vinnuháskúlin í nevnda tíðarskeiði ár undan ári hevur megnað at hildið tær játtanir, sum Løgtingið hevur lutað skúlanum, samstundis sum Vinnuháskúlin, hóast stóran næmingavøkstur, er tann útbúgvingarstovnur, sum hevur havt tann minsta vøksturin í rakstrarútreiðslum, samanborið við aðrar útbúgvingarstovnar í Føroyum, sí niðanfyri.


Tað er tí undrarnarsamt, at landstýrismaðurin hevur valt ikki at seta verandi stjóra í framhaldandi starv á Vinnuháskúlanum, men ístaðin mestum hevur valt at siga viðkomandi persóni úr starvi.


Spurningurin er tí, hvat motiverar støðuna hjá landsstýrismanninum? Tí verða settir landsstýrismanninum omanfyrinevndu spurningar.


Hjálagt eru talvur sum lýsa næmingatøl og peninganýtsluna hjá Vinnuháskúlanum seinastu árini - trýst her.

Á Løgtingið 31. juli 2012
Bjarni Djurholm



Fólkaflokkurin á Facebook Fólkaflokkurin á Youtube Fólkaflokkurin á Picasa Fá tíðindi frá Fólkaflokkinum

KYKMYNDIR

A-LIÐIÐ
Aibritt á Plógv Albert Ólav Ellefsen Annika Olsen Bjarni Djurholm
Bogi Andreasen Brandur Sandoy Brynhild Setberg Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Eyðstein Ó. Poulsen Hákun Steingrímsson Halla Gullfoss Hanus Samró
Heini Magnussen Jacob Vestergaard Jákup Mikkelsen Jens Kristian Rasmussen
Joen Magnus Rasmussen Jógvan á Lakjuni Jógvan Thomsen Jóhanna Christiansen
Jonna Joensen Jørgen Niclasen Malan Johansen Niels Petersen
Pauli T. Petersen Petur (á Lava) Olsen Rigmor Rasmussen Rodmundur Nielsen
Rói Matras Absalonsen Símun Gullaksen Súsanna Niclasen Wilhelm Nygaard

TÍÐINDI

Fíggjarmálaráðharrin vitjar í Norðoyggjum (17-05-2013)

Hanus Samró hartar ES og Damanaki (15-05-2013)

Nei Hergeir, søgan um “Fountain house” heldur fram (08-05-2013)

Eftirlønarlógin loksins samtykt (06-05-2013)

MVG-broyting kann nú stimbra vøkstur og útvega fjølbroyttari bústaðir (04-05-2013)

Útbúgvingar og fólkavøkstur (02-05-2013)

- Sanniliga kunnu vit øll gleðast! (22-04-2013)

Helle hermir! (19-04-2013)

Uppvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (20-03-2013)

Tvey fet frá marknagilsdeplinum! (18-03-2013)

Pauli T. Petersen á ting fyri fólkaflokkin (15-03-2013)

Ársaðalfundur (12-03-2013)

Eldrapolitikkur, nýggj heim og framtíðar avbjóðingar (10-03-2013)

Viðareiðisvegurin skjótt søga (09-03-2013)

Nú hækka skattafríu samsýningarnar til teirra, sum gera sjálvboðið arbeiði í ítróttafeløgum (09-03-2013)

Reinsaríið í Tórgøtu verður spælistað (06-03-2013)

Jørgen Niclasen, landsstýrismann hevur hitt íslendska fíggjarmálaráðharran Katrínu Júlíusdóttir (06-03-2013)

Veita bíligari leigubústaðir og stimbra vøkstri í byggivinnuni (02-03-2013)

Havnar Framburðsfelag (27-02-2013)

Tunnil undir Tangafirði (16-02-2013)

Umlegging av skattaskipan sparir rakstrarútreiðslur hvørt ár (15-02-2013)

Nýtt Búskaparráð valt (01-02-2013)

Onki bankavirksemi í oynni (31-01-2013)

Ja "egingirndarormurin" skal steðgast! (30-01-2013)

SNAR SLÓÐIR




Leita:  
Forsíðan
- Greinar
- Limatekning
- Sig tína hugsan
- Fá tíðindi

A-liðið
- Løgtingsmenn
- Løgtingsvalevnir
- Fólkatingsvalevnir

Hugsjónir
- Stevnuskráin
- Løgtingsvalskráin
- Fólkatingsvalskráin
Flokkurin
- Starvsnevndin
- Floksleiðslan
- Bygnaður

Feløgini
- Norðoyar
- Eysturoy
- Norðstreymoy
- Vágar
- Tórshavn
- Sandoy
- Suðuroy
- Huxa

Floksformaður
Jørgen Niclasen
Telefon 21 21 16
jorgenn@logting.fo

Floksskrivari
Aage Arnoldson
Telefon 555 333
aage.arnoldson@kallnet.fo

Skrivari hjá tingbólkinum
Winnie Andreasen
Telefon 21 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
Fólkaflokshúsið
Jónas Broncksgøta 29
100 Tórshavn
Telefon 31 82 10

Floksskrivstovan
Áarvegur 2
100 Tórshavn
Telefon 31 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
© 2011 Fólkaflokkurin