Fólkaflokkurin
Leita:  

Leiðin til vøkstur og vælferð    

Tíðindi og politikkur
Politikkur


Bjarni Djurholm, Løgtingsmaður
Nýggjur fiskivinnupolitikkur
Fiskivinnan og virking av fiski er okkara høvuðsvinna, og so at siga einasti vøru¨²tflutningur okkara er fiskur og fiskavørur. Harumframt eru týðandi vinnur sum veita vørur og tænastur til fiskivinnuna

Generelt er tað avgerandi, at tað eru góðir og stabilir karmar fyri vinnuligum virksemi. Hesir karmar eru ikki nøktandi fyri okkara høvuðvinnu. Karmarnir eru trongir, truplir og óstabilir, umframt, at vinnan er undir politiskari smálutastýring.


Skulu vit koma týðandi fet fram vinnuliga og skapa samfelagnum størri inntøkur, má fiskivinnupolitikkurin dagførast og skipanir gerast á økinum, sum geva vinnuni góðar og stabilar karmar.


Hetta skal fremjast í samstarvi millum tað almenna og vinnuna, eins og gjørt varð fyri alivinnuna á sinni.


Ásannandi henda veruleika, verður skotin upp hesin dagførdi fiskivinnupolitikkur:


Hugsjón
Hugsjónin fyri føroysku fiskivinnuna er, at hon er búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðiliga burðardygg og kastar virði av sær í fríari, altjóða kapping.


Málsetningur
Málið er at gera lóggávuna, regluverkið og eftirlitið í samsvari við hugsjónina fyri føroysku fiskivinnuna so, at arbeiðsmegi og kapitalur flyta yvir í mest produktivu partarnar av høvuðsvinnuni.


Fiskidagar/kvotur


- Í fiskiskapi eftir botnfiski verða fiskidagar útlutaðir og hóskandi tekniskar ásetingar brúktar, eitt nú stongdar leiðir og meskavíddir, til at tálma veiðitrýstið.


- Kvotur til ávís fiskasløg í veiðu av uppisjóvarfiski (t.d sild, svartkjafti og makreli), eiga at verða lagaðar soleiðis, at tekniskar reguleringar og fiskileiðir avmarka hjáveiðuna mest møguligt. Landstýrismaðurin i fiskivinnumálum skal hava heimild at gera broytingar í teimum førum, har hjáveiðan munandi darvar høvðusveiðuna.


- Leiðir kunnu verða settar av til ávísan reiðskap eftir serligum fiskasløgum ¨C eitt nú til bólk 5 (uttan fyri fiskidagaskipanina), til fiskiskap innan fyri 3 fj., til fiskiskap eftir hummara o.s.fr..


- Fiskidagar og kvotur skulu kunna umsetast frítt (bólkur 5 undantikin). Vinnan eigur at skipa seg sjálva uttan politiska smálutastýring, ið vit kenna frá uppskoti um brúksskyldu, tekniskum forðingum sum skipastøddum, forboði fyri framleiðslu umborð o.t.


- Fiskidagar og kvotur verða gagnnýtt eftir lutfalli av samlaðari kvotu og fiskidøgum. Ásetingar fyri bólkar og skip skulu byggja á veiðina í ávíst áramál. Samlað kvota og fiskidagar verða ásett fyri eitt ár í senn. Fyri at tryggja fígging av skipum, eiga veiðuloyvini at verða knýtt at fiskifarinum eitt langt áramál.


- Greiður ognarrættur skal verða knýttur at veiðuloyvum, fiskidøgum og kvotum. Skipaeigarar/fiskimenn umsita sínar fiskidagar og kvotur (javnber lógina um landsjørð, har festibrævið er einskilt og frítt at umseta). Tað ber við sær spesialisering og savnan av kapitali.


- Ein fiskidaga- ella kvotubanki førir ikki til slíka optimering, tí virksemið og virðisøkingin verða flutt uttanlands. Harumframt verður ein fiskidaga- og kvotubanki skjótt bert roknaður og brúktur sum ein inntøkukelda aftrat til alment útreiðsluvirksemi. Ein slík skipan vil niðurlaga føroysku fiskivinnuna.


- Ásetingarnar í §7 í Lóg um vinnuligan fiskiskap verða framvegis at galda framyvir.


Tilvirking
Ongar avmarkingar skulu vera um virking umborð ella á landi.¡¡


Landing
Í útgangsstøði verður allur fiskur landaður í Føroyum, sum er veiddur úr føroyskum fiskidøgum. Landsstýrismaðurin kann fáa heimild til at geva undantak frá hesu reglu, um hon eyðsæð hevur óhepnar avleiðingar.


Góðska
Tað almenna og vinnan samvirka til at optimera góðskuna á feskum fiski landaður í Føroyum. Reglugerð um at flokka landaðan fiski í Føroyum skal tryggja, at fiskurin verður flokkaður í góðskustig. Vanlig góðskukrøv til virkir um mannagongdir við framleiðslu, reinføri, goymslum osfrv. eiga at verða eftirhugd.¡¡


Møguligt gjald
Í fyrsta umfari verður strembað eftir at fáa allan stuðul úr vinnuni, og at vinnan rindar fyri almenna eftirlitið við henni. Í øðrum lagi verður mett, um avgjald á veiðina førir til, at vinnan kastar optimalt av sær. Her verður m.a. hugsað um gjald fyri landing í útlondum, brúkaragjald fyri tænastu veitta beinleiðis til vinnuna, t.d. Havstovuna o.s.frv., sum vit kenna tað frá alivinnuni.


Sjómannafrádrátturin eigur at verða kappingarførur við grannatjóðirnar.


Annað
Fyri at menna høvuðsvinnuna og styrkja okkara kappingarføri, fyri burðardygd, lønsemi í veiði og búskapi, og fyri at røkka hægstu vørugóðsku á sjógvi og landi, verður størri dentur lagdur á úrslitsgrundaða gransking á Havstovuni, Granskingarsetrinum, Fiskivinnuskúlanum og á skipum og virkjum.


Fyri at røkka bestu úrslitunum, so eigur landið í samstarvi við vinnuna árliga at seta upphæddir av til endamálið.



Bjarni Djurholm, løgtingsmaður


www.djurholm.fo



Fólkaflokkurin á Facebook Fólkaflokkurin á Youtube Fólkaflokkurin á Picasa Fá tíðindi frá Fólkaflokkinum

KYKMYNDIR

A-LIÐIÐ
Aibritt á Plógv Albert Ólav Ellefsen Annika Olsen Bjarni Djurholm
Bogi Andreasen Brandur Sandoy Brynhild Setberg Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Eyðstein Ó. Poulsen Hákun Steingrímsson Halla Gullfoss Hanus Samró
Heini Magnussen Jacob Vestergaard Jákup Mikkelsen Jens Kristian Rasmussen
Joen Magnus Rasmussen Jógvan á Lakjuni Jógvan Thomsen Jóhanna Christiansen
Jonna Joensen Jørgen Niclasen Malan Johansen Niels Petersen
Pauli T. Petersen Petur (á Lava) Olsen Rigmor Rasmussen Rodmundur Nielsen
Rói Matras Absalonsen Símun Gullaksen Súsanna Niclasen Wilhelm Nygaard

TÍÐINDI

Endaligt punktum í flogvallarmálinum (22-05-2013)

Fíggjarmálaráðharrin avgreitt meira enn 30 lógarmál hesa tingsetuna (20-05-2013)

Fíggjarmálaráðharrin vitjar í Norðoyggjum (17-05-2013)

Hanus Samró hartar ES og Damanaki (15-05-2013)

Nei Hergeir, søgan um “Fountain house” heldur fram (08-05-2013)

Eftirlønarlógin loksins samtykt (06-05-2013)

MVG-broyting kann nú stimbra vøkstur og útvega fjølbroyttari bústaðir (04-05-2013)

Útbúgvingar og fólkavøkstur (02-05-2013)

- Sanniliga kunnu vit øll gleðast! (22-04-2013)

Helle hermir! (19-04-2013)

Uppvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (20-03-2013)

Tvey fet frá marknagilsdeplinum! (18-03-2013)

Pauli T. Petersen á ting fyri fólkaflokkin (15-03-2013)

Ársaðalfundur (12-03-2013)

Eldrapolitikkur, nýggj heim og framtíðar avbjóðingar (10-03-2013)

Viðareiðisvegurin skjótt søga (09-03-2013)

Nú hækka skattafríu samsýningarnar til teirra, sum gera sjálvboðið arbeiði í ítróttafeløgum (09-03-2013)

Reinsaríið í Tórgøtu verður spælistað (06-03-2013)

Jørgen Niclasen, landsstýrismann hevur hitt íslendska fíggjarmálaráðharran Katrínu Júlíusdóttir (06-03-2013)

Veita bíligari leigubústaðir og stimbra vøkstri í byggivinnuni (02-03-2013)

Havnar Framburðsfelag (27-02-2013)

Tunnil undir Tangafirði (16-02-2013)

Umlegging av skattaskipan sparir rakstrarútreiðslur hvørt ár (15-02-2013)

Nýtt Búskaparráð valt (01-02-2013)

SNAR SLÓÐIR




Leita:  
Forsíðan
- Greinar
- Limatekning
- Sig tína hugsan
- Fá tíðindi

A-liðið
- Løgtingsmenn
- Løgtingsvalevnir
- Fólkatingsvalevnir

Hugsjónir
- Stevnuskráin
- Løgtingsvalskráin
- Fólkatingsvalskráin
Flokkurin
- Starvsnevndin
- Floksleiðslan
- Bygnaður

Feløgini
- Norðoyar
- Eysturoy
- Norðstreymoy
- Vágar
- Tórshavn
- Sandoy
- Suðuroy
- Huxa

Floksformaður
Jørgen Niclasen
Telefon 21 21 16
jorgenn@logting.fo

Floksskrivari
Aage Arnoldson
Telefon 555 333
aage.arnoldson@kallnet.fo

Skrivari hjá tingbólkinum
Winnie Andreasen
Telefon 21 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
Fólkaflokshúsið
Jónas Broncksgøta 29
100 Tórshavn
Telefon 31 82 10

Floksskrivstovan
Áarvegur 2
100 Tórshavn
Telefon 31 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
© 2011 Fólkaflokkurin