Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Politikkur


Poul Michelsen, Løgtingsmaður
Áheitan á løgmann !
Finn eina breiða politiska búskaparsemju millum tingfólk grundað á ta frágreiðing, sum búskaparráðið er komið við.

Ber ikki til at finna semjur NÙ, hví skuldi tað so eydnast at funnið semju aftaná eitt val ? Er tað nakar, sum veruliga trýr uppá, at vit vóru so heppin, at øll tingmanningin aftaná eitt val verður skift út ?


Nei – teir trupulleikar, sum eru millum flokkarnar ella leiðsluna í flokkunum, verða ikki burtur eftir eitt løgtingsval !


Er búskaparstøðan vánalig nú, verður hon ikki minni vánalig eftir eitt val. Og tora tingfólk ikki at taka neyðugu stigini nú – tora tey enn minni at gera hetta aftaná eitt val.

Løgmaður
!
Fólk eru livandi troytt av politiska klandrinum, av politiskum ódugnaskapi og máttloysi og hava mist álitið á politisku skipanina. 


Tak stigið nú ! Tað ER neyðugt at blanda kortini av nýggjum. Møguliga skal verandi samgonga umskipast og grundast á eitt nýtt samgonguskjal ella møguliga skal nýggj samgonga skipast.

Vit sleppa ikki undan at taka neyðug stig til halda aftur í almenna rakstrinum og breiðka inntøkugundarlagið hjá landskassanum. Ein breið búskaparsemja kann føra við sær, at flokkar ella tingfólk noyðast at slaka í tjarnumálum. Og tað finnast flokkar og tingfólk, sum vilja hetta. 

Megnar løgmaður ikki at standa fyri eini slíkari tilgongd, eigur hann at lata onkran annan sleppa at taka við leiðsluni.


Eitt val nú er ringasta loysnin fyri samfelagið. 

Harra løgmaður
!
Eru allir møguleikar troyttir, royn so at savna teir flokkar ella tey tingfólk, sum vilja stuðla eini savningarstjórn, og sum eru sinnaði at gera eina breiða búskaparliga semju um at venda gongdini og bjarga landinum úr kreppuni – møguleikarnir er so avgjørt til staðar. Tíðin er komin til at hugsa yvirskipað. 


 


Poul Michelsen


tingmaður



TÍÐINDI

Líknandi starvsleið (09-09-2010)

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo