og tugt 5 ára arbeiðssteðgin hjá Fólkaflokkinum í fleiri tíðindasendingum og eisini Eygsjón, men hevur ongantíð nevnt 2 ára arbeiðssteðgin hjá Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra og formanni Javnaðarfloksins.
Tað var Vágaportalurin sum upprunaliga nevndi at Fólkaflokkurin hevði lagt sítt uppskot fyri floksformennirnar í samgonguni, tí Fólkaflokkurin var ikki nøgdur við uppskotið hjá Jóannesi Eidesgaard, har eitt av punktunum í uppskotinum var ein 5 ára lønarsteðgur á arbeiðsmarknaðinum.
Til hetta sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, at uppskotið um 5 ára lønarsteðg bygdi á uppskotið hjá Jóannes Eidesgaard um 2 ára lønarsteðg á almenna arbeiðsmarknaðinum.
- Vit hava bara longt tíðina upp til 5 ár, saman við eini røð av øðrum tiltøkum, til tess at fáa skil á aftur almenna búskapin, sigur Jørgen Niclasen.
- Hvussu vit fáa ein lønarsteðg á almenna arbeiðsmarknaðinum hevur Fólkaflokkurin ikki nevnt eitt orð um í uppskotinum, men bert fylgt uppskotinum hjá Jóannesi Eidesgaard um 2 ára lønarsteðg, og alt hatta prátið um lønarsteðg við lóg, er ikki nevnt í uppskotinum hjá Fólkaflokkinum við einum orði, tí tað eru fleiri hættir at fáa ein lønarsteðg á almenna arbeiðsmarknaðinum.
- Útvarpið sigur seg hava skilt, at vit mæla til 5 ár og endavenda so uppskotinum og fáa Jóannes Eidesgaard at koma í útvarpið at vera ímóti uppskotinum, men gloyma at nevna at okkara uppskot er ikki annað enn ein toygging av uppskotinum hjá fíggjarmálaráðharranum og formanninum í Javnaðarflokkinum sjálvum, og hetta kann tykjast eitt sindur pussut, sigur Jørgen Niclasen, sum leggur afturat, at Útvarpið hevur valt at boykotta Fólkaflokkin.
Sambært uppskotinum hjá Fólkaflokkinum, so er umráðandi at fáa hallið á fíggjarlógini burtur skjótast tilber, at fáa ein avmarkaðan setanarsteðg, at fyrisiting og umsiting verða rationaliserað, har almennir eftirlitsstovnar og nevndir í dag brúka yvir 200 milliónir krónur at hava eftirlit við hvør øðrum í yvir 20 stovnum og nevndum, at tað almenna ger samskipanir og harvið sparingar í teimum 800 milliónunum sum keypt verður inn fyri árliga, so prísurin fer kanska eini 5 prosent niður og harvið verða spardar einar 40 milliónir krónur, bert fyri at nevna okkurt av tí, sum Fólkaflokkurin hevur skotið upp í sínum uppskoti til fíggjarkarm 2011.