Um dagarnar hevur Landsbankin barslað frágreiðing um skattir og búskaparvøkstur. Afturvendandi mantra’ið um, at skattalættar eru skilaleysir, er nú fánað burtur.
Nógv verður gjørt burturúr í greiningini, at høgur partafelags- og inntøkuskattur hevur negativa ávirkan á búskapin og at høgur marginalskattur skaðar produktivitetin við køvandi árini á íverksetaraandan.
Eisini verður dentur lagdur á, at høgur skattur hevur vána ávirkan á hugin hjá fólki at fara undir víðari útbúgving og progressivur skattur virkar reingjandi og forðar fyri, at kapitalur og arbeiðsmegi finna saman á mest gevandi hátt.
Sum tað var nøkur nýggjheit?!
Og so kemur svarið, ognarskattur. Hetta skattaskepilsið, sum higartil tíbetur er hildið frá durunum, er nú svarið uppá yvirforbrúkið hjá tí almenna.
Køvandi skattatrýst
Í áravís hava sjónarmiðini um køvandi lutin við høgum skattatrýsti ikki átt nakran góðan í føroysku búskaparfrøðini.
At føroyskir løntakarar síðani 1984 eru klintraðir uppeftir progressiva skattastiganum og tí ár undan ári eru skattaðir við einum 60 mio. kr eyka árliga, átti einki afturljóð frá serfrøðini. At vanlig tímalønt soleiðis frá at vera lágskattað í 1984 til í 2004 at verða marginalskattað, við 54 prosentum av seinast forvunnu krónini, hevði heldur ongan áhuga.
Men tá avgerð fyri 5 árum síðani varð tikin um at stilla skattastigan so at lág- og miðalinntøkurnar sluppu undan marginalskatting, var serfrøðin á gosi. Løgtingið var vorðið ábyrgdarleyst.
At skattalættarnir til tey skattliga mest trongdu gagnaðu 4500 løntakarum í inntøkubólkinum millum 170tús. og 270tús. árliga – tímalønt, handverkarar, starvsett, bankafólk, lærarar, assistentar, sjúkrarøkrarfrøðingar, pedagogar o.s.fr., tað varð dult sum mansmorð.
At so hækkanin av Samhaldsfasta harafturat hevði eina javnandi ávirkan á skattalættarnar, har útgjaldið til pensionistarnar frá 2005 til 2008 hækkaði samlaðu pensiónina við 32% fyri stakar pensionistar og 37% fyri hjún, var slettis ikki tikið uppá tungu.
Gykl
At ognarskattur nú skal vera alternativ til aðrar skattir er tí gykl. Eingin í serfrøðini hevur higartil vart neyðugar skattareguleringar. Tvørturímóti hevur heilivágurin verið, at tað almenna skal halda fast við sína útreiðslugongd. At landshúsarhaldið, kommunurnar ikki íroknaðar, nú kostar hvørjum føroyingi frá vøggu á gravarbakka um 100túsund árliga, svarandi til ½ millión, fyri foreldur við trimum børnum, ja, tað hevur ikki vakt serligan serfrøðingaans. Tvørturímóti hevur ligið á ljóði, at tað almenna eigur at brúka sum ongantíð fyrr.
Serfrøði, sum skorðar undir politiskan fordeilingspolitikk, har tað almenna rekur eftirlætispolitikk við pengunum hjá hinum, er lítið eftirfarandi. Talan er um politikk, sum trælbindur samfelagið – bæði politiskt og fíggjarliga.
Ignorerað
Landsbankin staðfestir, at skattur á fasta ogn er minst avlagandi skatturin yvirhøvur, og at hann í sera lítlan mun ávirkar avgerðir hjá tí einstaka. Hetta eru pástandir sum ikki hava hald í veruleikanum, og sum geva illgruna um, at serfrøðin rennur ørindi fyri ávísa skattahugsjón heldur enn at veita sakliga vegleiðing. Páhald, sum eisini kann gerast alibi hjá teimum, ið politisk ikki tola, at borgarar eiga virði, sum tað almenna ikki sleppur eftir.
Serstakliga undrar tað, tá slíkur pástandur verður undirbygdur av sjálvsøgdum skattligum metingum um inntøkuskatt, sum sama serfrøði antin hevur ignorerað ella beinleiðs hevur mótmælt í áravís.
Tí er tað rímiligt at spyrja Landsbankan hví tøgn valdar um almennu rakstrarhækkanina fyri 2010 uppá 190 mio. kr, og hvat serfrøðin sigur til slíkan vøkstur, sum allarhelst eisini í 2011 fer at vera í andsøgn vð tilmælini hjá Búskaparráðnum?
Rasshaft
Við okkara bústaðarmynstri, har hvør familja eigur egnan bústað, verður tað ein fíggjarlig ólukka, fer tað almenna at fremja ognarskatt.
At billa fólki inn, at tað politiskt fer at bera til at lækka inntøkuskattin fyri nýggjan ognarskatt er burturvið. Søgan farnu árini hevur sjónliga víst, at politikarar, flokkar og miðlar uttan íhald hava arbeitt ímóti, at løntakarar skulu hava skattalætta, og hava somu uttan íhald borið villleiðandi upplýsingar um faktisku skattligu viðurskiftini, uttan at serfrøðin hevur lyft hond frá síðu at greina veruleikan fyri borgarunum.
Aðrastaðni, har ognarskattur er gerandiskostur, eru húsaeigarar og ognarar eisini komnir í fíggjarligt rasshaft av hækkandi almennu virðisásetingini. Harafturat hevur tað har verið freistandi at hækka ognarskattaprosentið fyri at halda fast við vaksandi almenna forbrúkið. Borgaranir hava jú ongan kjans at verja seg móti slíkum politisku skattaatgerðunum.
Tí er ognarskattur politiskur gloypibiti hjá ábyrgdarloysinum, tí sum Landsbankin rætt sigur, so er fastognarskatturin serstakliga staðbundin, tá tað illa ber til hjá ognaranum at flyta aðrastaðni.
Ella sagt øðrvísi, ognarin verður skatttrælur í egnum bústaði.
Løntakarar og pensionistar, sum trúliga hava strevast fyri at fáa tak yvir høvdið, og sum illa hava ráð til annað enn til lívsins uppihald, skulu við ognarskatti rinda skatt av íløgu, sum teir frammanundan eru skattaðir av.
Har ein skriða er lopin er onnur væntandi. Verða ráðini hjá Landsbankanum fylgd, hvar verður so markið fyri ognarskatti? Við sethúsini, óðalsjørðina, neystini ella allari fastogn? Livst so spyrst.
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
djurholm@olivant.fo