Fíggjarmálaráðið hevur sent út tíðindaskriv, har ið boðað verður frá, at tað einans starvast 7 fólk í Fíggjarmálaráðnum. Sambært upplýsingunum til fíggjarlógini fyri 2010, sum Fíggjarmálaráðið hevur latið Løgtinginum stendur at lesa um starvsfólkatalið hjá hesum ráðið:
Stjórnarfyrisitingin: 12 starvsfólk
KT-fyrisiting: 12 starvsfólk
Gjaldstovan: 35 starvsfólk
Hagstovan: 21 starvsfólk
Taks: 131 starvsfólk
Í alt: 211 starvsfólk
Allar hesar deildir og fyrisitingarligu eindir hjá Fíggjarmálaráðnum hava til felags, at landsstýrismaðurin kann leita sær ráð hjá teimum, og hann kann heita á tey um at loysa ministeriellar uppgávur fyri seg. Tað veri seg at fyrireika lógaruppskot, at veita ráð og útvega honum hagtøl og upplýsingar. Tey gott 200 starvsfólkini hjá Fíggjarmálaráðnum gera eitt gott arbeiði, og sjálvandi kunnu sjey fólk ikki røkja allar hesar uppgávur.
Jørgen Niclasen