Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Politikkur


Bjarni Djurholm, Løgtingsmaður
Arbeiðs- og familjulívið í javnvág?
Spurningar til landsstýrið um betri trivna hjá løntakarunum

Føroyski arbeiðsmarknaðurin broytist alsamt, eins og tað gerst alt meira vanligt, at fólk ynskja at liva meira í samljóði við familjulívið og teir møguleikar og avbjóðingar, sum gerandislívið hevur at bjóða. Hetta hevur við sær, at fólk seta fram fleiri krøv til arbeiðsmarknaðin, eins og fólk ynskja møguleika at skipa síni viðurskifti soleiðis, sum tað hóskar teimum best. Hesi ynski, fevna m.a. um ein smidligari arbeiðsmarknað, soleiðis at lættari verður at sameina arbeiðslív og familjulív, seta  krøv til allar partar av føroyska arbeiðsmarknaðinum.


Ásannandi, at ávís tiltøk átti at verðið sett í verk til tess at brynja føroyska samfelagið til komandi avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum, setti undiritaði í 2007 eina kommissión, sum skuldi viðgera hesi viðurskifti.


Kommissiónin skuldi serliga seta fokus á týdningin av javnvág millum arbeiðslív og familjulív, og skuldi hon gera uppskot um, hvussu betri javnvág kundi fáast millum arbeiðs- og familjulív, har endamálið við uppskotunum frá kommissiónini skuldi vera at økja um trivnaðin hjá løntakarunum í arbeiðinum og heima soleiðis, at sínámillum samskiftið millum familjulívið og arbeiðið gjørdist so positivt sum gjørligt.


Gott familjulív
Málið var at røkka einum góðum og mennandi familjulívi, soleiðis at arbeiðsmarknaðurin sum úrslit av hesum fekk væl motiveraðar og innovativar løntakarar.


Talan var um umfatandi arbeiði. Kommissiónin var mannað við umboðandi arbeiðsmarknaðin, trúðarlívið og onnur viðkomandi. Formaðurin var fólkalívsfrøðingur og rektari á Fróðskaparsetri Føroya.


Arbeiðið skuldi vera verða liðugt 1. januar 2009.  Kommissiónin hevði tveir fundir, men varð arbeiðið lagt stilt aftaná valið í januar 2008, og var kommissiónin avtikin av CHE-samgonguni.


Ætlanin var, at politiski myndugleikin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum skuldu fáa eitt idékatalog at skipa framtíðarpolitikkin eftir. Av politiskum orsøkum gjørdist hetta av ongum. Nú tvey ár eru runnin, er arbeiðið framvegis ikki tikið uppaftur, og hevur undirritaði tí sett hesar spurningar til landsstýrismanninum í vinnumálum:



1) Hvønn týdning sær landsstýrismaðurin í smidligari arbeiðmarknaði fyri at betra  um møguleikarnar at samskipa arbeiðs- og familjulívið?
2) Heldur landsstýrismaðurin, at við øktum trivnaði á arbeiðsmarknaðinum, at sínámillum samskiftið millum familjulívið og arbeiðið gerst meira positivt?
3) Heldur landsstýrismaðurin, at kommissjónsarbeiðið frá 2007, við sínum greiðu arbeiðssetningum, var eitt skilagott átak?
4) Ætlar landsstýrismaðurin at seta kommissjónsarbeiðið í gongd aftur, so úrslit spyrts burtuúr, sum betur kann sameina arbeiðs- og familjulívið? 


 



Bjarni Djurholm,
løgtingsmaður



TÍÐINDI

Líknandi starvsleið (09-09-2010)

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo